Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi avstað í vikuskiftinum. Tveir eru á Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verið á Føroya Banka.

Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk.

Øll pørini eru til fiskarí og fáa upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Ein trolbátur er eystanfyri og fiskar havtasku, upsa og longu. Hann landar síðst í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #