![Sleep](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/7/csm_Sleep_9cc54d97e8.jpg)
![Sheep](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Sheep.jpg)
![Sleep](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/7/csm_Sleep_9cc54d97e8.jpg)
![Sheep](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Sheep.jpg)
SMS: Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Handilin Rumbul í Havn ætlar at yvirtaka handilin Sheep.
Báðir handlar selja gerandisvørur, tó ikki matvørur.
Rumbul hevur ein handil í Havn, og Sheep hevur ein handil í Havn og ein í Klaksvík.
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um ætlaðu yvirtøkuna.
Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 25. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo