Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá Smyril Line var nærum 15,6 mió kr eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 6,5 mió kr árið fyri.

Men úrslitið kundi verið nógv betri, tí nettosølan var metstór í fjør, heilar 907 mió kr, sum var 355 mió kr hægri enn árið fyri. Taka vit til dømis 2019, so seldi Smyril Line tað árið fyri 678 mió kr og kláraði at hála heilar 76 mió kr niður á botnlinjuna. Nógv størri úrslit hóast nógv minni søla, men tað eru sjálvsagt allar millumrokningarnar á vegnum sum gera munin.

Í frágreiðingini ger leiðslan var við støðuna við Korona, sum hevur oyðilagt nógv. Men so leypur eisini framleiðslukostnaðurin í eyguni. Hesin fer úr 438 mió kr í 2020 til 783 mió kr í 2021. Oljan liggur í hesum postinum, og hon man standa fyri dastinum av økingini.

Smyril Line hevur fleiri dóttirfeløg, og úrslitini av kapitalpørtum spýttu yvir 26 mió kr í raksturin í fjør. Fyrraárið gav sami postur eitt negativt íkast sum var minus 15,7 mió kr. Uttan kapitalpartarnar, hevði útslitið í fjør verið hall á 10,7 mió kr. Serliga Hotel Hafnia (sum eisini fevnir um Hotel Brandan) og Smyril Line Ísland góvu gott íkast í raksturin hjá Smyril Line í fjør.

Fíggjarstøðan hjá Smyril Line javnvigar við 921 milliónum krónum, harav góðar 372 milliónir eru eginogn. Rentuberandi lánini tátta í 370 mió kr og kostaðu felagnum 16,6 mió kr í rentum í fjør.

Starvsfólkatalið vaks úr 179 upp í 218 og starvsfólkaútreiðslurnar úr smáum 57 upp í smáar 88 milliónir krónur.

Smyril Line inngongur í samtaksroknskapin fyri móðirfelagið, smápartafelagið Skansabrekka.

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Smyril Line.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo