Ætlanir um eina nýggja ferjuleið millum Aberdeen og Seyðisfjørð í Íslandi kunnu geva Smyril Line kapping um ferðafólk og farm til Íslands.
Sambært The Shetland Times hevur havnin í Aberdeen havt fundir við íslendskar kommunupolitikarar um møguleikan. Eitt ónevnt ferjufelag skal eisini hava víst áhuga.
Hugskotið varð reist av Helga Hlyni Ásgrímssyni, kommunustýrislimi í Múlaþingi. Borgarstjórin, Dagmar Ýr Stefánsdóttir, hevur eisini umrøtt ætlanina við umboð fyri Aberdeen.
Møguliga kann ferjan leggja at í Lerwick. Havnamyndugleikarnir har eru sinnaðir at kanna nýggj sambond, men leggja dent á, at ætlanin er á byrjanarstigi og krevur nógv fleiri kanningar.
Norröna sigldi áður til Hetlands, men Smyril Line tók Lerwick av ferðaætlanini í november 2007.
Avgerandi fyri nýggju leiðina verður helst, um nóg mikið av farmi fæst til at tryggja rakstrargrundarlagið. Ferðafólkini einsamøll væntast ikki at kunna bera regluliga sigling.
Eingin føroysk havn er nevnd í fyriliggjandi ætlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



