Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað er sera tilvildarligt hvør er á fíggjarlógini og hvør ikki sleppur ígjøgnum nálareygað, tað viðgongur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang.

Spurningurin kom upp í tinginum herfyri, tá Løgtingið samtykti fíggjarlógina. Í tí sambandinum stóðst kjak um tær 300.000 krónurnar, sum felagsskapurin ProVita fær á fíggjarlógini. Ungmannafelagið hjá Framsókn, flokkinum hjá Ruth Vang, hevur sagt, at tey fegin vilja hava henda felagsskapin av fíggjarlógini og pengarnar brúktar til okkurt annað. Men um Ruth Vang fer at virka fyri hesum, vil hon ikki siga.

- Tað handlar ofta um, hvør eigur onkran góðan í tinginum ella fíggjarnevndini, sigur Ruth Vang við VP. Tí tað er soleiðis, tað fungerar. At pengarnir verða settir á fíggjarlógina, til dømis í fíggjarnevndini ímillum viðgerðirnar í tinginum, tá ymsar avtalur verað gjørdar fyri at fáa kabalina at ganga upp.

- Hetta er øðiliga torført politiskt. Sigi eg, at eg vil hava ein leist, so yvirruli eg løgtingið, og tað skal eg ikki gera, sigur Ruth Vang, sum tó eisini vísir á, at tað eru undantøk sum felagsskapurin Kris, sum hjálpir teimum ið hava verið fyri kynsligum ágangi, ella Frælsið, sum hjálpir teimum ið eru bundin av rúsevnum.

- Tað er slíkt, sum vit øll taka undir við, men annars so er tað soleiðis, at flestu játtanirnar á fíggjarlógini til ymsar áhugafelagsskapir kunnu sporast aftur til hendan ella handan í tinginum, sum hevur gjørt sína ávirkan galdandi, sigur Ruth Vang.

Hon vil ikki siga, um hon fer at virka fyri, at skipanin verður broytt, so ein leistur fæst fyri, hvussu stuðul verður latin áhugafelagsskapum á fíggjarlógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo