Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispuring nr. 52-111/2023 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um ætlanir við føroyska rossinum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er á mál?

2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk Ross legði fram 27. mars í ár?

3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu vantandi átøkini fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?

4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska rossið skal fylgjast?

Svarað verður undir einum:
Ein stór avbjóðing við støðuni hjá føroyska rossinum er, at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er avmarkað.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross til onnur lond. Tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu implementerast í føroyska lóggávu. Miðað verður eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst, og tá er partur av trupulleikanum loystur.

Ætlanin er síðani, saman við Búnaðarstovuni, at fara undir at viðgera, hvussu tað á bestan hátt ber til at seta í verk aliætlanina, sum Búnaðarstovan, NordGen og Felagið Føroysk Ross hava gjørt, og leggja eina ætlan fyri, hvussu komið verður á mál. Arbeiðið fevnir m.a. um bráðhald, alimiðstøð við greðingastalli, ílegugrunn (biobanki) og eina skrásetingarskipan.

Hetta arbeiðið er ikki byrjað enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu ymsu átøkini verða raðfest.

Kostnaðurin er ikki greiður í løtuni, men talan er um týðandi uppgávu, og arbeitt verður tí fyri at fáa til vegar fígging, so varðveitslan av føroyska rossinum verður tryggjað.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. apríl 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo