Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Virðið á kryptogjaldoyranum Bitcoin er vaksið sera nógv seinastu tíðina, og tí eru tey ið hava keypt hetta gjaldoyrað í góðari tíð vorðin vælhavandi. Men ein er tó treytin: Tú mást minnast til loyniorðið at sleppa inn í talgilda pengapungin. Minnist tú tað ikki, ja so er onki at gera.

Og tað er júst tað sum er hent hjá amerikumanninum Stefan Thomas, sum New York Times skrivar um.

Stefan Thomas hevur gloymt loyniorðið til sína talgildu pengamappu, har 7.000 Bitcoins liggja. Tær eru í dag verdar 230.000 krónur hvør, ella tilsamans 1,5 milliardir krónur.

Loyniorðið er 62 tøl og bókstavir.

Sagt verður, at 20% av øllum Bitcoins liggja í kontum, sum eigaramaðurin hevur gloymt ella ikki sleppur framat. Samlaða viriðið er 840 milliardir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo