Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At kríggið í Ukraina er ræðuligt, kunnu vit øll vera samd um!

At Russiska krígsmaskinan er óhugnalig, kunnu vit øll vera samd um!

At tað altíð eru tveir partar í einum kríggi, kunnu vit øll vera samd um!

Og at Føroyar hava søguligt fiskivinnusamstarv við Russar, kunnu vit øll vera samd um!

Men tað, sum undrar meg í hesum døgum, har føroysku fólkatingslimirnir, ið umboða Føroyar, hava orðið og verða spurdir um fiskivinnusamstarvið í Fólkatinginum, er:

Hví nýta teir ikki heldur høvið til at arbeiða fyri Føroyar?

Avgerðin um hvørt vit enda fiskivinnusamstarvið verður tikin í Føroyum av føroyingum á Føroya løgtingi.
 
Útsagnirnar hjá fólkatingsumboðunum kunnu tí ikki skiljast sum annað enn; beinleiðis trýst á føroyingar um at takað seg burturúr samstarvinum eftir egnari sannføring. Enn eru avleiðingarnar av hesum stigi í besta føri ógreiðar, bæði búskaparliga og framtíðarpolitiskt!

Fiskimálaráðið saman við øðrum stovnum er vónandi farið í holt við at greina støðuna eins og róð varð framundir í valstríðnum. Tað er fortreytin fyri at taka skynsamastu avgerðina samstarvinum viðvíkjandi. Tað verið seg fiskivinnumanninum við Barentshavinum sum livibreyð, meiniga føroyinginum, vinnulívsfyritøkunum og tjóðini.

Tað eru mong atlit, ið skulu verða vigað og vend, og mangar loysnir finnast fyri mangar fiskimenn og vinnulívsfyritøkur, áðrenn hendan avgerðin yvirhøvur skal hava færra av veruleika í sær!

Fólkatingslimirnir høvdu tí tænt fólki og landi okkara betri, um tey á Fólkatingi løgdu dent á, at Danmark má gera meira við, at virka fyri, at skaffa Føroyum betri atgongd til ES-marknaðin, heldur enn at leggja seg beinleiðis út í kjakið viðvíkjandi fiskivinnusamstarvinum við ógrundaðum útsøgnum.

Anfinn í Toft

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo