At njósnast í privatlívinum hjá sínum egnu borgarum er onki óvanligt fyri kinesiskar myndugleikar. Gjøgnum at síggja til meinaleysa sosiala miðilin TikTok, sum væl meira enn ein milliard fólk kring allan heim brúka, kann Kina víðka munandi um hesa njósningina.
Hetta er eitt av uppáhaldunum í grein, sum norska TV2 hevur um evnið. Fleiri ymiskir serfrøðingar úttala seg, og onkur teirra heldur, at í veruleikanum ber til at siga, at triði heimsbardagi er væl og virðiliga byrjaður.
Fleiri lond hava bannað TikTok á telefonum hjá almennum starvsfólkum, teirra millum eru Danmark, USA og Kanada. Og eisini innan føroysku miðfyrisitingina eru líknandi avgerðir tiknar.
TikTok kann millum mangt annað:
-
Lurta eftir hvat tú og onnur í rúminum siga.
-
Síggja hvørjar síður á netinum tú hevur vitjað.
-
Atgongd til allar myndir og videoklipp á telefonini.
-
Mynd av andlitinum.
-
Tíni fingramerki.
-
Hvar tú ert.
-
Appin veit hvørjum tú ert saman við og hvussu leingi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo