Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hin ov lítið umrøddi presturin Gudmund Bruun sigur í einari sálmatýðing soleiðis: “Hvør veit, nær skilnin fer at verða? So skjótt er tíðarinnar flog; fyrr enn meg varir, á kann bera, at deyðin sendir ferðarboð. Tá veri fyri Kristi blóð mær skilnarløtan blíð og góð.” At tíðarinnar flog møðir onkran skjótari enn annan er væntandi, men ikki sørt at man ressaðist við, hvakk, nú boðini frættust um, at hin Almáttugi hevði tikið fyrsta liðið úr manngarðinum í okkara uppvakstrar- og skúlaliði á eystara armi á Skálafirði. Heiðamaðurin John á Líknargøtu er fallin og foyktur fyri hinum lúnska krabbanum, sum onkuntíð herjar brisið á manni. Tað sigst, at lítið er at gera, men tað skalar ikki vónina, og í rúma tíð hava uppgangandi sveiggini verið somikið fræg, at vónin birtist aftur, men sunnudagin lat hann alt ganga út av kabularhjólinum, uppdriftin helt ikki fyri álopunum, hann orkaði ikki meira. Javnaldurin, skúlafelagin og vinurin.

Táið eg streyk um bygdina í Syðrugøtu sum smádrongur, kundi eg ikki vita, at ein javnaldur og skyldmaður, tvær stórar vikur yngri enn eg, syftist um teigar, tún og fjøru úti í Heiðunum. Skúlan frá 1929 hildu vit vera øgiligan, ein skýklúgvari ímillum lágu lonirnar við Gøtugjógv, men vit yngru hildu fyri tað nógva til í gamla hvíta skúlanum, frá 1886, har frú Øregaard royndi at kálvføða okkum sum frægast. Hinumegin túni, ovari, vóru vit bara tá morgunsangur varð sungin, og táið vit lærdu at tekna hjá vikarinum Signari á Brúnni (tá Hansen) - í gomlu fimleikarhøllini hjá Gamla lærara Kunoy. Hóast eg hevði verið í New York, Santiago, Guayaquil, Lima, Buenos Aires, Santos, Panama, Baltimore og Philadelphia og fleiri av stóru europeisku havnabýunum, áðrenn eg aftur einaferð sum óviti skuldi hugsa meg inn í ein nýggjan samleika, kendist nýggi skúlin á Glyvrum mær øgiligur, tá foreldrini høvdu valt eina endaliga loysn um búseting fyri familjuna. Hetta var reinur gandur í mun lítlu einsamøllu skúlastovuna við Gjógv. Ímillum stásiligastu skúlabygningar í landinum, ein framtíðaríløga, sum hevur ávirkað alt lív eystaru megin við Skálafjørðin síðani. Lunnadragari var sum ikki einaferð hin knái skyldmaðurin hjá okkum báðum John – Niels Pauli Hansen í Heimistovu.

Tað var við bivandi hjarta, at eg einaferð frammi í sekstiárunum fór til gongu út í hendan stásiliga skálan á fyrsta sinni við taskuni og penalarhúsinum. Kendi ikki eina kleyv uttan systkinabørnini av Steini og Langanesi og hjá mostir míni, sum tá búði í Heiðunum, hesi  gingu øll í øðrum flokkum. Smoykin og smæðin smoygdi eg mær inn í hendan flokkin av javnaldringum, og eg hvakk við, táið tann eini drongurin reisti seg upp og rópti: “Halló Tobbi.” Hetta heitið hevði eg ikki hoyrt áður, kanska var hetta ein tekniseriufigurur, sum fekst til keyps í kioskini hjá Elisabeth og ikki hjá Vangberg í Syðrugøtu. Ta løtuna fekk eg hetta margháttliga hjánavnið, sum hevur hingið við síðani. Drongurin, ið breyt ísin, og sum inkluderaði hendan forsagda drongin, sum var komandi rekandi úr Gøtu, við hesi útsøgnini, var ongin annar enn John á Líknargøtu. Hann átti eitt systkinabarn í Vestmanna, sonur fastur hansara Linu og gitna togaraskiparan Jóan Jakku Durhuus, sum var navnabróður mín, og nú helt hann at bygdin her eisini skuldi eiga ein slíkan. Síðani tann dag hava vit báðir vita av hvørjum øðrum, fram til sunnumorgunin, tá kordelarnir í seinastu bardúnini hesumegin lívið trevsaðust og tað brast endaliga.

John var, sum eftirnavnið boðar frá, slektaður av Líknargøtu í Saltangará. Sonur Jens og Henny, ið var ættað úr Króki á Toftum. Jákup, langabbi mín á Langanesi, og Poul, langabbi John, á Líknargøtu, vóru giftir við hvør sínari systir, Biritu og Jóhonnu, ið vóru døtrar bóndahjúnini í Heimistovu á Glyvrum - Hanus og Kristionnu. Soleiðis vóru Hans á Líknargøtu og abbi mín Napoléon systkinabørn, Jens og pápi trímenningar og vit báðir John fermenningar. Annars var gamli Poul slektaður av Skála og aftur yvir á Vollan á Glyvrum umvegis mammuna.

Tað skuldi nú vísa seg, at hetta vóru fryntligir ungdómar eg var komin ímillum, streymaðu eftir vegunum úr øllum bygdum og samleikum her um leiðir, harvið gjørdist transformatiónin lagaligari frá at vera gøtumaður til at gerast glyvramaður, hóast hin fyrri enn hevur hug at stinga hógvarnar undan viðhvørt. Vit komu at ganga ígjøgnum barnaskúlan saman, tað var ein fløktur og kortini litbrigdaður skari, og sum kynsbúningin nærkaðist versnaði skilið. Betýðiligt. Til ber at siga, at ongin megnaði at hava tamarhald á okkum longur, flokkurin var eisini alt ov stórur. Onkur lærari misti tíverri vitið av goraganginum. Nevndi at John var hin fyrsti um sýnuna í flokkinum, tað skal tó viðmerkjast, at rituvíkingarnir komu um Hálsin í skúla í sjeynda flokki, og frá tí partinum legði skiparin Símun Einarsson – á Lotinum - árarnar inn fyri fleiri árum síðani.

Og her hendi mangt í hesum nýbyggjaraøkinum. Vit spældu hondbólt á plenuni omanfyri skúlan á Glyvrum, bólturin var skipaður í NSÍ tá, og vit ferðaðust yvir á Strendur, til Kollafjarðar, til Havnar, til Vestmanna og til Sandavágs at spæla ímóti javnaldrum úr teimum bygdunum. Stimaðu land og ríki runt við Berghild hjá Kapteyninum. Fótbóltur var ongin uttan sum onkisverd dagdvølja á onkrum flótti, har bygdir stríddust ímóti bygdum. Kríggj var eisini ímillum bygdir um hesar leiðir, og tað var ikki fyri sartar sálir, táið heiðadreingir og glyvradreingir brustu saman á víðavangi fyri at pissa territoriið av, hvar valdið nú einaferð lá og skuldi liggja. Minnist at teir einaferð vóru komnir heilt inn ímóti sunnara áarbakkanum á Grinkilsánni, men tá vendi krígseydnan okkum til fyrimunar, og vit fingu rikið teir út um mark aftur. Tað var ongin avanserað teknologi, ímyndirnar til sjálvgjørdu vápnini vóru funnar í onkrum víkingalitteraturi, og tá vóru vit báðir John ikki í parti, tá stríddust vit fyri lívinum fyri hvør sína bygd. Tá var heldur ikki so tætt bygt um hesar leiðir, at bygdirnar vóru gingnar saman í ein bý. Í eina tíð royndu vit okkum í losjuni Skjøldur, har var mangt til undirhalds, m.a. lærdu vit at dansa eingilskan dans, men tað rakk ikki longur enn haðartil, at NIOGT-reglumentið ikki rúmaði okkum longur. Hetta var eisini tíðin, tá øll kjallaraorkestrini vóru í Føroyum, minnist at teir úti á Líknargøtu høvdu smíðað sær ein skúr omanfyri húsini hjá Jensi, og har vórðu stórar rockkonsertir hildnar. Minnist at Jónsvein Knudsen var trummuslagari, Dia hjá Hans Mariusi klimpraði á bassin (seinri bassleikari í kenda danska ensemblinum Malurt saman við Michael Falck) og John var sangari og frontmaður. Hann var átøkur og líka langleiddur sum John Kay, sangarin í amerikanska bólkinum Steppenwolf, men Kay´urin hevði munin í vokalinum, táið hann fór undir at útleggja tekstin í “Born to be wild” hjá canadiumanninum Mars Bonfire, og okkara John leitaði sær aðrar vegir enn at gerast professionellur sangari, tíbetur, hevði eg nær sagt. Og nú var næstan bara fermingin eftir, og vit kundu telja okkum ímillum vaksnar menn, hildu vit. Vit gingu til í skúlanum á Glyvrum og í gamla próstagarðinum á Nesi. Jóhs. Follend hevði nógv stríð av okkum, hóast fryntligur maður, og tað gekk sum so væl, vit vórðu konfirmerað í Glyvra kirkju hin 12. oktober 1969, og heilt galið kann tað ikki hava verið, tá Follend skrivar í mítt Nýggja Testamentið: “Tú er Kristus, sonur hin livandi Guðs!” (Matt. 16.16)

Nú skiltust okkara vegir partvíst. John helt ikki fram í skúlanum tá, og ímeðan vit sótu og hugnaðu okkum við roknistokki, logaritmutabellum, føroyskari mállæru, týskum glosum, regluleysum enskum verbum og donskum heimastýri í Føroyum fór John nakað skjótt til skips. Fyrsta túrin var hann við “Jógvan Norði”, sum Hákun førdi, og var við honum í eitt ár. Síðani var hann við einum íslendskum garnabáti úr Grindavík, og eftir tað var hann í samfull trý ár við farmaskipinum “Falkur” hjá Skipafelagnum Føroyar. Hesa tíðina sóust vit tíðum aftur, teir sigldu javnan uppá Føroyar. Og nú hevði hann fingið siglingstíð. Tað heilt løgna hendi nú, at hóast okkara vegir høvdu gingið frá hvørjum øðrum ta mesta av hesi tíðini, frá fermingini, so hittast vit aftur í ganginum á Føroya Sjómansskúla beint eftir nýggjár 1979. Vit vitstu ikki av hvørøðrum, men vit ætlaðu okkum báðir at gerast skipsførarar. Sjálvur hevði eg brúkt seks av hesum árunum síðani fermingina til skúlaskap, var tí sjálvsagt nakað betri fyri, men hann kom seg skjótt. Hevði ein stálvilja og høvdinum bagdi onki, tvørturímóti.

Konufólkahugur var eisini komin uppí, syðrugøtumenn vóru farnir at varnast, at ein bilur var í so títtur úti á Túvu, heilt har úti hjá Hans Jacob og Poulinu. Floytaði óført, so eitt rend út um seyða- og hoyggjhúsið og rabarbugarðin hjá Flótti, og heimeftir aftur, og tá fekst last. Tað var skjótt at vit staðfestu, at nú var annað lag, John var vorðin forlovaður. Við Ólfríð á Túvu, og ongin veit av øðrum enn tað, at hetta parlagið hevur fungerað perfekt síðani. Hús fingu tey smíðað sær uppi á Gørðum og so komu dreingirnir. Og grannalagið. So sera væl virkandi. Hetta veit eg av góðum grundum, tí beiggi mín Brandur, sum annars var javnaldur við Sigurð, sála, yngsta bróðir Johns, hevur í mong ár verið ein partur av grannalagnum. John verður stórliga saknaður, serliga í sjavsstólinum um vikuskiftini, har hann stórtreivst heima staddur, táið teir onkuntíð tóku sær av løttum í strætinum. Hansara káta lyndið, sum skapti hendan serliga jaliga stemningin í einum rúmi, sarkastisku og ofta satirisku viðmerkingarnar, sum skaptu tann stóra láturin. Ein fløvi sum bara fá megna at bera út úr sær. Jú, hesin fittligi heiðamaðurin var ein vældámdur maður í Gøtu-bygdum, ikki minst í heimbygdini hjá konuni – Syðrugøtu.

Annars gjørdist havið hansara virkispláss meiri og minni burturav. Tey sjey høvini. Óvanliga íðin eftir at flóta, hann troyttaðist ikki av hesum, og tá eg renni meg í slíkar sjóleyvur fari eg sum oftast at murra sangin, sum Freddy Quinn plagdi syngja í kvøðuljómunum:

        Deine Heimat ist das Meer
        Deine Freunde sind die Sterne
        Über Rio und Schanghai
        Über Bali und Hawaii
        Deine Liebe ist dein Schiff
        Deine Sehnsucht ist die Ferne
        Und nur ihnen bist du treu – ein Leben lang

Júst komin út av Føroya Sjómansskúla mynstraði hann sum stýrimaður við “Herborg”, sum Hans Pauli og Mortan høvdu keypt til Saltsøluna. Longu um várið, árið eftir, gjørdist hann skipari 27 ára gamal, og førdi hana til hon var seld í 1987. Tá strandingurin í Havn, Andras Andreassen, reiðari, hevði keypt “Karolina”, og rópti hana “Sagaland”, fór John at føra skipið. Seinri gjørdist hann skipari hjá Elite Shipping, sum Rino Lange hevði stovnað, og sum hevði gott samskifti við skipini hann hevði ført frammanundan. Har førdi hann skip heilt fram hartil, at hann sum tann seinasti hvíti skiparin sløkti, nú alt var farið á fremmandar hendur. Hetta var fyri áleið 10 árum síðani. Síðani hevur hann siglt sum navigatørur og skipari hjá Maersk, við sandbátum og í strandfarasigling í Noregi. Heilt fram til, at tað dragnaði somikið ímillum sjúkuna og hugin at sigla, at hann mátti leggja árarnar inn. Teinurin var so smátt farin at vera rógvin. Tá eg helt seksti ára føðingardag í Skótahúsinum við Løkin í oktober í fjør, var eg serliga fegin um at síggja tey bæði hjúnini leggja leiðina framvið. Hann var rímiliga birgur hetta kvøldið, men gott sá tað ikki út. Vónin var kortini ikki slóknað. Ikki tá. Og lagið var í topp.

Tað er nú undarligt so ymiskt sum vanlukkur og sorgarleikir raka hús og familjur. Minnist skelkin, sum fór um bygdina, tá boðini frættust um, at Henny á Líknargøtu – mamma hansara - bráðliga var farin higani. Hetta var á várið 1973. John er tá 17 ára gamal, og eigur fleiri yngri systkin. Bara tey, sum hava mist eina mammu í hasum aldrinum vita, hvør stór tann katastrofan er. Onnur kunnu als ikki ímynda sær støðuna. Fátt er sum faðir, men onki sum móður. Jens kom heim úr Barents- ella Hvítahavinum, og megnaði við sínum stóra yvirskoti at hóra undan. Við góðari hjálp, kanska serliga frá døtrunum, megnaði hann at halda saman uppá stóra systkinaflokkin. Eitt bragd. Vit vóru onkuntíð inn á gólvið, og Jens var ein spennandi maður at tosa við, ein klókur skemtari av Guðs náði. Dugdi nógvar av hesum kostiligu bygdasøgunum – við poengi – sum eru so eyðkendar í kulturinum bæði í Gøtu og her út eftir síðu, og John hevði arvað hetta talentið. Kend er søgan frá timburgoymsluni í Runavík, har Jens arbeiddi, táið hann við tann 16´da kandidatin, sum bað um atkvøðuna valdagin, skuldi siga: “Eg vil strekkja meg so langt sum eg kann.” Seinri komu skelkirnir við Sigurð, ein serstakliga fittligur unglingi, sum var deksdrongur hjá mær í rúma tíð, og táið sonurin Eiler varð so hart raktur av sjúku, sum tað varð skrivað um í bløðunum fyri kortum. Og nú fórt tú mín góði vinur John.

Einaferð vóru mamma, Jens á Líknargøtu og Hanni í Bankanum í døpurhuga tað mesta av einum sunnudegi, tí vit tríggir, John, Ingolf og eg, vóru ikki afturkomnir frá einum dansikvøldi í Fuglafirði. Fartelefonin var ikki uppfunnin. Hvør ið sissaði hvønn av teimum trimum veit eg ikki, men alarmur varð ikki settur í gongd. Kortini mundu tey tá rokna við tí møguleikanum, at vit vóru burturgingnir. So var ikki, bilurin var uppsteðgaður fyri brennievni í Leirvík tíðliga hendan morgunin, og har fekst ikki lív í ein klút í bygdini soleiðis, at vit kundu fáa ein dropa av brennievni tíansheldur fáa boð frá okkum. Vit komu kortini afturíaftur. Tá vóru vit helst nakað heitir um skallan, men tey munnu øll trý hava hildið, at frægast var at lata tarvarnar renna hornini av sær, og tað hevur gingið onkursvegna. Hjá øllum trimum.

Fyrr enn meg varir, á kann bera, at deyðin sendir ferðarboð. Tað er nú so. Tú ert bara hin fyrsti, av eini røð í hesum aldursbólkinum, sum fer at koma við árunum. Ongin ivi er um tað, lívið er treytað av deyðanum. Tað verður mesta sorgin, tá fjalarnar daga undan, har hamurin nú er vardur, meðan sálin er komin langt niðan um Júkagarðar, upp til hansara, sum í skýloftinum situr og tekur sær av góðum sálum sum tínari. Máttu tit báðir akslað tykkara skinn, og mátti hann tikið sær væl av tær, tað hevur tú meiri uppiborið enn tey flestu, tín stásmaður, John á Líknargøtu.

John legði ikki í at standa frammarlagað í almenna rúminum, tað lat hann onnur um, ið vóru hertikin av tí fáfongdarilskuni. Hann hevði sínar greiðu meiningar, eisini um politikk. Tað skal ikki dyljast fyri, at vit vóru samhugaðir loysingarmenn. Við hesum lýsi eg frið yvir minnið um javnaldurin, skúlafelagan, vinin, skiparan, fólkakirkjumannin, fótbóltsfjepparan og loysingarmannin John á Líknargøtu, og mítt góða ynski skal vera, at Hann, ið øllum ræður, troystar tykkum í sorgini, sum nú hevur rakt Ólfríð, fjølskylduna og grannalagið uppi á Gørðum í Syðrugøtu. Ein góður maður er fallin, bara hann og tey sum undan eru farin kenna umstøðurnar hinumegin markið ímillum lív og deyða – vit onnur liva framhaldandi í treystinum í tí sum vónað verður – trúnni.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo