Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

So ólík nøvn sum Frændur, Lena & Niclas, Dupultkvartettin, Jens Marni og Høgni Lisberg seta sín dám á tónleikatiltakið Válan í Vestmanna, sum verður leygarkvøldið. Tiltakið var eisini í fjør, og tað var so mikið væl umtókt, at fyrireikararnir hava gjørt av at endurtaka tað í ár.

Tiltakið byrjar klokkan 20 í Vestmanna Kirkju, har Dupultkvartettin syngur. Síðani ber til hjá áhoyrarunum at ganga ímillum Vektarbúðina, ungdómshúsið Staðið, cafeina Disvoy og veitsluhølini Silkienni, har hinar konsertirnar verða hildnar. Hvør konsert er tvær ferðir og varar í einar 30 minuttir.

Pauli Magnussen, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at áhugin fyri tiltakinum er stórur, men enn eru nøkur atgongumerki eftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo