Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Góði Helgi.

Onki hevur blokkniðurskurðurin nakað sum helst at gera við sparingarnar í heilsuverkinum.

Nú er tað einaferð soleiðis, at vit eru fleiri sum minnast nøkur ár aftur.

Vit minnast hina ferð, tá ið ein samgonga við sambandinum á odda fór til Danmarkar at biðja um hægri blokk. Tíbetur blivu teir vendir í hurðini, men teir fingu so eina prístalsjavning.

Hetta var sama samgonga, sum framdi flatskattin. Tann søguliga stóra skattalættan til hægri inntøkurnar. Sama samgonga, ið ikki fekk fíggja vælsignaða flatskattin við hækkaðum blokki, fór so í staðin eftir pensjónunum hjá fólki. Pensjónirnar forskattaði man, og harvið hvurvu inntøkurnar frá framtíðini. Góði Helgi. Hetta er tað vit nú gjalda ein høgan prís fyri. Nei, onki fór til heilsuverkið. Nei, eisini tá lækkaði starvsfólkatalið. Tað er próvfast.

Tey vælbjargaðu fingu sítt, heilsuverkið fekk onki. Eitt er so sikkurt sum amen í kirkjuni. Og tað er, at Helgi Abrahamsen kvikar sær at snakka um høga blokkin, tá kritikkur rakar Sambandið. Og tá vita vit, at amboðskassin við skilagóðum argumentum, er tómur. Tað er púra rætt Helgi. Hesar skilleysu sparingar á heilsuøkinum eru nemliga truplar at verja sakliga.

Annars Helgi. Yvirskot var á fíggjarlógini í fjør við lækkaðum blokki. Og vit gjørdu sparingar.

Sirið Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #