Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinnapartin í gjár skrivaði Norðlýsið um eina sammóðir sum ikki slapp at stilla upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og sambært KVF var tað tí ein onnur kvinna ikki vildi tað.

Norðlýsið: Sammóðir vend í hurðini?

Nakað eftir hesa fyrstu greinina á Norðlýsinum, kom formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V Johannesen, við eini frágreiðing um málið.

Norðlýsið: Javnaðarflokkurin váttar søguna

Útvarpið tók so søguna upp í tíðindunum klokkan 18, har samrøða eisini var við formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V Johannesen.

Hoyr tíðindini her

Eftir tíðindini í Útvarpinum í kvøld, har Barbara Gaardlykke Apol verður nevnd í tíðindunum sum kvinnan, ið ikki vildi hava sammóðrina á listan, skrivar Barbara Gaardlykke Apol eina frágreiðing um málið á sínum Facebook vanga, undir yvirskriftini: Um mína uppstilling til fólkatingsvalið.

Barbara Gaardlykke Apol byrjar sína frágreiðing soleiðis:

- Eg undrist eitt sindur á, hví Kringvarpið ikki hevur sett seg í samband við meg, tá fyrstu orðini í tíðindunum í kvøld vóru: Barbara Apol. Eg meini so við. Tað er valstríð. Ein og hvør tíðindasøga kann hava ávirkan á valið. Eg hevði vónað og trúð, at tað er vanligt at lata fólk verja seg. So her kemur mín søga.

Les frágreiðingina her

Seint í gjárkvøldið hevði Norðlýsið eina nýggja grein um málið undir yvirskriftini: Grundgevingarnar fyri at nokta undantaki skinkla.

Her skrivar Norðlýsið millum annað, at ikki alt hongur saman í grundgevingunum fyri at nokta eini kvinnu at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

- Í útvarpstíðindunum hóskvøldið kl. 18 var formaður Javnaðarfloksins í Kringvarpinum og greiddi frá, hví floksleiðslan hevði valt at nokta eini kvinnu at stilla upp fyri flokkin til komandi fólkatingsval, eftir at hon var komin til landið við tí fyri eyga at stilla upp og fyri at taka mynd saman við hinum valevnunum. Somuleiðis hevur formaðurin greitt skrivliga frá avgerðini. Men okkurt er, sum ikki stemmar, skrivar Norðlýsið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo