Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FF Blaðið/Jákup Andreasen: Í mínum uppvøkstri á Stongunum í Klaksvík var eitt yðandi lív av útróðrarbátum, monnum, fiskaarbeiði og øðrum virksemi, sum vakti mín áhuga fyri fiskivinnu og fiskiskapi, og sum hevur merkt mítt lestrar- og arbeiðslív líka síðan.

Eg kendi eyðkenda ljóðið av motorunum á øllum bátunum, sum ofta fóru til útróðrar móti nátt.

Áðrenn eg legði meg at sova, legði eg ofta til merkis, at nú fór Grunningur, Nevið Reyða ella onkur heilt annar bátur til útróðrar.

Kjølbro størsti bátaeigari
Um hesa tíðina átti Kjølbro-fyritøkan nógvar útróðrarbátar, sum flestu vóru hvítmálaðir og bygdir á donskum skipasmiðjum beint eftir seinna kríggj.

Um hesa tíðina var stórur tørvur á skipum og bátum í Føroyum, og tí læt danski staturin stuðul at byggja seks 80 tonsarar og fjúrtan 30 tonsarar til føroyingar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo