

Søguliga stríðið um formannin í Umboðsmannatinginum, sum er annað av tveimum kømrum í lóggávutinginum í USA, Kongressini, heldur fram, eftir at tað heilar 11 ferðir er miseydnast hjá favorittinum, republikanaranum Kevin McCarthy, at blíva valdur. Orsøkin er, at 20 av hansara republikanksu floksfeløgum nokta fyri at velja hann, sum skilst tí teir halda hann vera ov lítið konservativan.
Kevin McCarthy hevur tó ikki mist mótið. Hann segði í gjár við miðlar, at hann eftir samráðingar við teir sum ikki vilja velja hann, sá ein møguleika fyri at fáa valið avgreitt í dag. Fyrr enn ein formaður er valdur, fær tingið ikki arbeitt. Um tað lukkast fæst greiða á seinni í dag, tí tingið kemur saman klokkan 17 okkara tíð.
Dagurin í dag er eisini søguligur á ein annan hátt, tí tað eru nú liðin tvey ár síðani álopið á kongressina, tá viðhaldsfólk hjá Donald Trump, forseta, ikki vildu góðtaka úrslitið av forsetavalinum, tá Donald Trump tapti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo