Í vikuni var søguligur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá lungnaambulatorium lat upp.
Tað skrivar Suðuroyarportalurin.
At lungnaambulatoriið er á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur við sær, at teir sjúklingar, ið áður hava ferðast norður á lungnaambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, nú kunnu koma á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar o.a. Tó mugu nakrar serligar kanningar framvegis gerast á Landssjúkrahúsinum.
Á myndini eru Sámal Jakobsen, lungnalækni, Rannvá Albinus, sjúkrarøktarfrøðingur og Laurits Frøssing, lungnalækni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



