Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29% frá 3. til 4. ársfjórðing 2021. Hóast sølan eins og vanligt hækkar frá 3. til 4. ársfjórðing, so vísir uppgerðin av smásølu fyri 4. ársfjórðing 2021 m.a., at sølan innan allar vørubólkarnar er lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021.

Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing í 2021. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Seinastu árini hevur verið vanligt at sæð søluna hækka, tá samanborið verður frá ári til ár, men fyri allar tríggjar vørubólkarnar er sølan lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021. Orsøkin er nokk tann, at korona hevði við sær, at møguleikarnir at ferðast uttanlands 4. ársfjórðing 2020 vóru sera skerdir. Skerdu møguleikarnir at keypa uttanlands høvdu so aftur við sær, at innanlands sølan vaks 4. ársfjórðing í 2020 í mun til somu tíðarskeið undanfarin ár. Sum árið í fjør leið, vóru nógvar koronuavmarkingar linkaðar, og tí kann hetta aftur hava ávirkað, hvar føroyingar hava valt at brúka pengarnar.

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum hækkaði 6%
Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 6% hægri frá 3. ársfjórðingi til 4. ársfjórðing 2021. Frá 4. ársfjórðingi til sama tíðarskeið í 2020 er sølan lækkað 2%, meðan prísirnir hava staðið í stað.

Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hækkaði 26%
Minkaða sølan samanborið við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð.

4. ársfjórðing 2021 var sølan 1% lægri, og prísurin hækkaði 2% samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Tó so, eins og vanligt hækkaði sølan frá 3. ársfjórðingi til jólasøluna 4. ársfjórðing 2021, hesa ferð við 26%.

Sølan av klæðum og fótbúnaði hækkaði 29%
Eins og fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð, so er vanligt, at sølan av klæðum og fótbúnað hækkar frá 3. ársfjórðingi til jólasøluna 4. ársfjórðing. Í 2021 var hækkingin hetta tíðarskeiðið 29%, meðan hon frá 3. til 4- ársfjórðing 2020 var 50%.

Men eins og við bæði mati og húsbúnaði, so ávirkar óvanliga høga sølan, ið vit sóu 4. ársfjórðing 2020, eisini klæðir og fótbúna, tá sølan í 2021 verður samanborin við søluna í 2020. Sølan lækkaði 8% frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021. Prísurin lækkaði hetta tíðarskeiðið 2%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo