40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Sølvi Egilsson er róliga kempan á 07 vestur liðnum. Uttanfyri vøllin er hann sum eitt lamb, men verður umskapaður til ein úlv, tá ið hann kemur á vøllin. Hann berjist fyri hvørjum tí einasta bólti, og hansara arbeiðsinnsatsur liggur ongantíð eftir.

Tað var eitt sindur ógreitt, um vit fóru at síggja Sølva aftur á vøllinum í ár. Sølvi er í ferð við at leggja seinastu hond á læraraútbúgvingina í sama árgangi sum Teitur Olsen. Saman við familjulívinum og fótbóltinum hava teir sostatt fullar hendur. Tíbetur forðar hetta ikki teimum at vera við okkum aftur í ár.

Sølvi hevur spælt 80 dystir í Betri deildini og 107 dystir í 1. deild, allar við 07 Vestur. Sostatt er hann ein av okkara stóru álitum á liðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo