Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Mikudagin og hósdagin var Søren Brostrøm, stjórin í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen), gestur hjá Heilsumálaráðnum.

Sum stjóri í danska heilsustýrinum hevur Søren Brostrøm ábyrgdina av, at leiða og samskipa arbeiðið hjá danska heilsustýrinum, millum annað við at tryggja heilsustøðuna í Danmark, og at verja fólkið fyri heilsuvandum og farsóttum. Undir koronafarsóttini gjørdist hann eitt sera kent andlit í Danmark, tá ið hann luttók á nógvum av tíðindafundunum um tiltøk og avmarkingar í samband við korona.

Undir vitjanini hesar báðar dagarnar hava fleiri mál verði umrødd, millum annað serlæknaplanlegging, útbúgving av yngri læknum, koppsetingar og tilbúgving í sambandi við vandamiklar smittandi sjúkur og farsóttir.

Serlæknaplanlegging
Á fundi millum Margit Stórá, landsstýriskvinnu, og Søren Brostrøm, kunnaði landsstýriskvinnan um arbeiðið sum samgongan hevur sett sær fyri, at avgerð skal takast um hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum. Og ein ætlan skal gerast, sum skal lýsa og meta um hvørjar heilsufakligar førleikar føroyska sjúkrahúsverkið hevur tørv á frameftir.

Danska heilsustýrið hevur í nógv ár arbeitt við serlæknaplanlegging í Danmark, landsstýriskvinnan og Søren Brostrøm umrøddu møguleikar fyri, hvussu danska heilsustýrið, við teirra drúgvu royndum á økinum, kann stuðla og ráðgeva í sambandi við serlæknaplanlegging i Føroyum.

Høvuðsútbúgvingar
Sum liður í rekrutteringini av serlæknum til føroyska heilsuverkið, hevur seinastu árini verið arbeitt við møguleikanum, at skipa fleiri sokallaði høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum. Ein lækni er í høvuðsútbúgvingarstarvi millum 4 og 5 ár innan ávísa sergrein, høvuðsútbúgvingin er síðsti parturin av serlæknaútbúgvingini.

Seinastu góðu 20 árini hevur verið møguligt at taka høvuðsútbúgving innan almen medisin (kommunulækna) í Føroyum. Seinni árini hevur Sjúkrahúsverkið harumframt havt nøkur høvuðsútbúgvingarstørv í samstarvi við donsk sjúkrahús. Har hava læknarnir verið ein part av tíðarskeiðinum á Landssjúkrahúsinum og restina av tíðini á einum donskum sjúkrahúsi, eisini kallaði deild høvuðsútbúgvingarstørv. Málið er, at Landssjúkrahúsið fær tillutað eitt ávíst tal av deildum, høvuðsútbúgvingarstørvum innan sergreinir, sum føroyska sjúkrahúsverkið hevur tørv á.

Sundhedsstyrelsen tillutar árliga eitt ávíst tal av høvuðsútbúgvingarstørvum, innan ymsu sergreinarnar, sum verða býtt millum sjúkrahúsini í Danmark, sum hava góðkenning til høvuðsútbúgvingarstørv. Tað er hendan skipanin, sum Landssjúkrahúsið eftir ætlan skal vera við í.

Koppsetingar og tilbúgving í sambandi við vandamiklar smittandi sjúkur og farsóttir
Veitingar av koppsetingum og tilbúgving í sambandi við vandamiklar smittandi sjúkur og farsóttir, vórðu eisini umrødd. Royndirnar frá koronafarsóttini hava víst okkum, at tað er ein fyrimunur fyri veitingartrygdina av eitt nú koppingarevnum, at Apoteksverkið keypir koppingarevni í samgongu við aðrar keyparar.

Møguleikarnir fyri samstarvi um tilbúgvingarætlanir í sambandi við vandamiklar smittandi sjúkur og intensiva viðgerðir vórðu eisini umrøddir við stjóran fyri danska heilsustýrið.

Í sambandi við vitjanina varð eisini skipað fyri rundvísing í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og á framleiðsluni hjá Apoteksverkinum, har Søren Brostrøm varð kunnaður um, hvussu føroyska Apoteksverkið er skipað í Føroyum.

Eisini vitjaði Søren Brostrøm hjá Fólkaheilsustýrinum, sum longu hevur skipað samstarv við danska heilsustýrið. Har fekk hann høvi at heilsa uppá øll starvsfólkini.

Eftir vitjanina segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, soleiðis:

- Eg eri sera væl nøgd við vitjanina. Vit hava umrøtt fleiri týðandi mál, sum vit nú fara at arbeiða víðari við. Vit kunnu vera errin av okkara framkomna heilsuverki við sera dugnaligari starvsfólkaorku. Okkara heilsuverk er lítið, tí er tað sera týdningarmikið, at vit hava góð samstørv við onnur, eitt nú danska heilsustýrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo