Fyrr í dag skeyt flokkurin Vinstri upp at velja Søren Gade til fólkatingsformann, og løtu seinni var greitt, at tað er meiriluti fyri at velja hann, tað skriva fleiri danskir miðlar.
Fólkatingslimir úr fleiri flokkum hava víst á evnini hjá Søren Gade at savna heldur enn spjaða.
Tað frøðir Søren Gade.
- Eg havi verið úti og inni í donskum politikki, og eg havi altíð hildið fast í fleiri vinarløg, eg havi fingið. Tað hava verið vinir úr fleiri ymiskum flokkum, sigur Søren Gade.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo