Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakæri danski sjónvarpsverturin Søren Ryge gavst annars í fjør. Men nú verður hann aftur at síggja nakrar ferðir á skíggjanum, boðar Danmarks Radio frá.

Søren Ryge er kendur sum hann ið gjørdi heldur øðrvísi sjónvarpssendingar, og hevur hann eisini fleiri ferðir verið í Føroyum og gjørt sendingar, eina mest av lívinum á útoyggj.

Temaið í sendingunum hesaferð verður afturlítandi, og hann ger tað saman við Egon Rix, sum var myndamaður hansara í nógv ár.

Sendingarnar eita "Søren Ryge møder Egon igen" og tann fyrsta verður send á DR1 í kvøld klokkan 19 okkara tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo