Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Okkara uttanríkisráðharri segði hesi orðini í Andglettinum í Kringvarpinum í dag:

«Tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava.»

Vit kunnu ikki liva við, at okkara uttanríkisráðharri – okkara andlit úteftir – tosar soleiðis um samkynd.

Hetta er niðrandi fyrst og fremst ímóti samkyndum, men eisini ímóti teirra familjum og vinfólki. Eg havi tíbetur álit á, at flestu føroyingarnir eru ósamdir við landsstýrismannin í uttanríkismálum, og at føroyingar eisini duga betri fólkaskikk enn Jenis av Rana.

Tí soleiðis tosar mann ikki um fólk.

Tí havi eg sett Bárði Nielsen, løgmanni, ein fyrispurning um málið. Eg vil vita, um hann er samdur við uttanríkisráðharranum. Um nei, vil eg vita, um tað fær avleiðingar fyri landsstýrismannin ella um tað er so, at landsstýrisfólk kunnu siga hvat sum helst.

Løgmaður hevur evstu ábyrgd av førda politikkinum hjá landsstýrinum. Tað er eisini løgmaður, sum hevur ábyrgd av, at landsstýrisfólk umboða Føroyar á virðiligan hátt.

Um tey ikki gera tað, hevur løgmaður fullan rætt og heimild at taka avgerð um, at hetta fær avleiðingar fyri landsstýrisfólk.

Ein uttanríkisráðharri er andlitið úteftir hjá landsstýrinum, og tí myndar hann serliga stóran part av landsstýrinum.

Aksel V. Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo