40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Serliga ráðið fyri væntað avkast (Rådet for Afkastforventninger), við tí navnframa Jesper Rangvid, professara í búskaparfrøði á odda, hevur talað, og metingin er, at tey sum gera íløgur í partabrøv kunnu vænta sær eitt árligt miðalavkast uppá 7,4% næstu fimm árini og 7,5% næstu 10 árini. Íløgur í fasta ogn fara at kasta 4,9% av sær og lánsbrøv 3% í miðal næstu 10 árini.

Tað skrivar shareholders.dk, sum er heimasíðan hjá Dansk Aktionærforening.

Hetta eiga at vera upplýsingar sum hava áhuga, eisini hjá teimum sum ikki sjálvi gera íløgur men lata onnur gera tað fyri seg, eitt nú eitt pensjónsfelag. Seinasta árið góvu nógv pensjónsfeløg negativt avkast, men við at halda tølini upp ímóti tí sum ráðið fyri væntað avkast sigur ber til at meta um, hvussu pensjónsfelagið ein er limur í kárar seg.

Heimasíðan hjá ráðnum er her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo