Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað eru góðar tíðir í reyðu hálvuni av Manchester fyri tíðina. 

United hevur vunnið 9 av 10 dystum, síðan Ole Gunnar Solskjær tók við eftir Jose Mourinho, og í dag vann Solskjær heiðurin sum "Premier League manager of the month" fyri januar.

Hetta skrivar BBC.

Hetta er fyrstu ferð síðan oktober 2012, at ein United managari verður valdur sum besti venjari í Premier League fyri ein einstakan mánað.

Tá var tað sjálvandi Sir Alex Ferguson, sum vann heiðurin.

Hetta er ikki tey einastu United-tíðindini í dag, tí framherjin Marcus Rashford hevur eisini vunnið ein heiður. Hann hevur vunnið heiðurin sum "Premier League player of the month" fyri januar.

Rashford er bara triði United leikarin (hinir báðir eru Anthony Martial og Zlatan Ibrahimovic), sum hevur vunnið heiðurin sum besti leikarin í Premier League fyri ein einstakan mánað, síðan Sir Alex Ferguson gavst í mai 2013. Hann hevur skotið 6 mál í 10 dystum, síðan Solskjær tók yvir í desember í fjør.

Og so hevur eisini verjuleikarin Phil Jones skrivað undir ein nýggjan fýra-ára sáttmála við Manchester United.

United spælir í morgin á útivølli ímóti Fulham. Dysturin byrjar kl. 12.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo