

Listagluggin skipar fyri forvitnisligari søluframsýning við Føroya størstu listafólkum á Torginum í SMS, 17. - 20. mai.
Listafólkini eru Steffan Danielsen, Zacharias Heinesen, William Heinesen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni, Olivur við Neyst, Tórbjørn Olsen, Arnold Vegghamar, S.J. Mikines, Frimod Joensen, Jákup Olsen(Sale), Bent Restorff, Kári Svensson, Jógvan Waagstein og Sigmund Petersen.
Uppboðsøla av ikki seldum listaverkum verður leygardagin, 20.mai, kl. 14. Bjørn á Heygum er uppboðsøluhaldari.
Framsýningin letur upp mikudagin, 17.mai, kl 10, og sýnt verður fram til og við leygardagin, 20.mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo