40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sofus D. Poulsen - betri kendur sum SOPO - fekk tann heiður at verða boðin at sýna fram í tí kenda Vestjyllands Kunstpavillion.

Listasavnið er mett at vera eitt tað kendasta savnið í ES.

Har er millum annað ein permanent útstilling av tí kenda Arne Haugen Sørensen - Sofus D Poulsen hevur fingið rættiliga listaliga viðurkenning og er á kendum sensureraðum framsýningarstøðum, sum ma ART-Herning.

Sum sjálvlærdur listamaður sæst á verkunum at koloritturin og litíblásturin er frá fronsku immpressionistunum og donsku modernistunum.

Men eisini Kampmann og Ruth Smith hómast í tí asketiskt grágrønu og kalda gula ljósinum.

Føroysku bygdaløgini og náttúran bergtaka áskoðaran.

Lítillátni listamaðurin SOPO, fylti 65 í ár, og í tí sambandi var hefti við nógvum myndum givið út.

Í innbjódingini stendur millum annað:  ..... - Kom til en spændende SOPO udstilling i Vestjyllands Kunstpavillion, Henning Larsens vej 3, 6920 Videbæk
Udstillingen er fra den 11. august til den 23. august 2020 med fernisering den 11. august kl. 19.00 - 21.00.

Her er nogle af værkerne du kan se på udstillingen.

Alle er velkommen til ferniseringen.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo