Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landstýrið letur føroyingum í ár 100 mió kr av fólksins egna goldna skatti.

Tað er uml 1% av teim 10 mia kr, ið vit øll gjalda landi og kommunum í 2024.

Eingin tøkk hoyrdist 1. feb, táið fyrsta mánaðarlønin í 2024 varð útgoldin.

Men jólini vóru dýr, og flestu prísir halda fram at hækka. 1% lætti tykist lítið.

Løntakarara- og arbeiðsgevarafeløg mæltu til minni skatt á arbeiðsinntøku.

‘Skattalættin’ var tó meir ein umlegging enn ein lætti. Kanska tí var so kvirt.

Landskassin er snúningspunkt teirra vinstravendu og umsitur alla útjavning.

Við aðrari hond letur samgongan fólki uml 1% av teirra skattapengum aftur.

Við hini hondini tekur samgongan 10-tals mió kr í ymsum gjøldum frá fólki.

Vanlig fólk og húsarhald og serliga vinnan (t.e. øll) fáa tyngri byrðar at bera.

Tann kultiski orkupolitikkurin áleggur fólki og vinnulívi nógv nýggj gjøld.

Kríggið hjá sosialistiska landstýrinum móti bilaeigarum og flutningi harðnar.

Orkureligiónin skal bjarga heiminum undan CO2-deyðanum áðrenn 2030.

Klimakultistar forða føroyingum at brenna olju og stuðla kinverjum at brenna kol.


Summi gjalda meir, onnur minni
Samgongan lovar aftur 100 mió kr (uml 1%) brutto skattalætta í 2025.

Enn er óvist, hvussu nógv landið tekur inn frá fólki við hini hondini í 2025.

Aksel Kambsskarð Berg vísti í Tradkon, at ‘skattalættin’ er ein umskipan.

Tey, ið rinda mest skatt, skulu rinda lutfalsliga enn meiri eftir umleggingina.

FAG fílist á, at skattastigin nú er brattari (progressivt) og arbeiðsdarvandi.

OK, at lág- og miðalinntøkur fáa lætta, men ikki, at tað svíður órímiliga at øðrum.

Lægri marginalstattamark ger, at nú rindar 5. hvør føroyingar toppskatt.

Tað er nakað nýtt og skaðar arbeiðshug teirra mest fyritaksomu og ágrýtnu.

Andstøðan átalar annars, at tey hægst alment sáttmálaløntu fáa fleirfalt størri lønarhækking enn lág- og miðallønt.

Ósemja er, um fólk á sjónum og uttanlands skulu missa sínar skattligu fyrimunir.

Frálanda- og sjómannafrádáttir eru besti máti at stuðla teim at búgva í Føroyum.


Edmund Joensen og Barack Obama
Tvær útsagnir hjá tveimum mikið ymiskum monnum komu mær júst til hugs

Edmund takkar í D&V ‘Føroyum sum 1 valdømi’ fyri stóra búskaparvøksturin.

Flest onnur halda, at pelagiska fiski- og alivinnan eru atvold til risa vøksturin.

Tey bæði hava 2-faldað útflutningin úr 6 upp í 13 mia/kr frá 2012 til 2023.

Eisini teimum at takka eru okkara skattainntøkur øktar úr 5 upp 10 mia/kr.

40% flatskattur hjá borgarligu samgonguni frá 2012 elvdi til risa virksemi.

1 valdømi gjørdi tingmannabýtið ójavnari, men neyvan Føroyar ríkari.

Tí átti vinnulívsmaðurin Edmund Joensen at verið fullsamdur í.

Hin vegin er ein útsøgn hjá Obama áhugaverd fyri hetta kjakið. Hann segði:

“Hægri skattaprosent gevur lægri skattaprovenu upp á sikt.” Hann legði aftrat:

“Men høgt marginalt skattaprosent sær betur út politiskt hóast lægri inntøku!”

Hesa sosialistisku skattahugsan speirak Thatcher: (sí video niðanfyri).


Føroyskur vinnuskattur gott dømi
Góð borgarlig hugsan er, at lágt skattatrýst eggjar til meiri arbeiði og inntøku.

Í t.d. 1984 vóru bert 715 vinnufeløg í Føroyum við 197 mió kr í vinningi íalt.

Tá var skatturin á vinnufeløg 49%, og tey rindaðu 91 mió kr í skatti tað árið íalt.

Bankarnir rindaðu 90% av Pf-skattinum og øll hini feløgini bert 10% íalt.

Í 2022 vóru heili 3.822 partafeløg í Føroyum, og tey tjentu 3,867 mió kr. íalt.

Nú er Pf-skatturin 18% og okkara partafeløg guldu 694 mió kr í skatti íalt.

Altso: 18% Pf-skattur nú gevur lutfalsliga 7 ferðir meiri skatt enn 49% í 1984.

Merkir tað, at 15% ella enntá 10% Pf-skattur hevði givið meiri enn nú 18%?

Øll heimsins størru (t.d. Írland) og mikro lágskattlond prógva, at so er.


Sama galdandi fyri persónsskatt
Nyrups ‘revsinevnd’ í 1994 fekk Tjóðveldi at hækka toppskattin upp í 72%.

Úrslitið var, at løgtingið fekk minni inntøku enn við 58% toppskatti áðrenn.

Við lægri skattatrýsti eftir 1996 hækkaði skattainntøka løgtingsins aftur.

Men av ILA í alivinnuni í 2002 steðgaði inntøkuvøksturin hjá landskassanum.

Hann stóð púra í stað (og búskapurin tað sama) líka frá 2002 til 2011.

Í 2012 lækkaði borgarliga samgongan toppskattin úr 58 niður í 40% ‘flatskatt’

Tann risa lækkingin gav fólki ‘skattaluft’ aftur, og arbeiðshugurin eksploderði.

Frá 2012 til 2022 er landsskatturin øktur úr 1.400 upp í 1.940 mió kr (yvir 1/2 mia kr).

Aftur fullgott prógv fyri, at lægri skatta% gevur tí almenna meiri skattainntøku.

Aftrat tí kemur, at alt fíggjar- og búskaparvirksemi veksur og økir búskapin.

Alt økt virksemi føðir og skundar hvørt undir annað. Alt samvirkar og nørist.


Neyvan við hesi samgongu
Men sosialistiska samgongan dugir neyvan at brúka skattapolitikkin rætt.

Sosialistar skilja ikki, at linari skattarevsing økir virkishug, innsats og inntøkur.

Kanska hata tey tankan um, at onkur fær minni skatt enn ein sjálvur.

Ella enn verri er teirra ræðsla um, at onkur tjenar meiri enn ein sjálvur.

Orðatakið ‘Søtur er sjálvgivin biti’ skal helst vera ‘Allar gávur koma frá Almu’.


Fúkandi framgongd frá 2011
Pelagiskur fiskur, alivinnan (og flatskattur) hava hækkað livistøðið frá 2011.

Í 2011 vóru 43.865, og í 2022 vóru heili 50.035 skattgjaldarar í Føroyum.

Tað merkir, at 6.000 fleiri føroyingar bóru og býttu skattakøkuna ímillum sín.

Í 2011 var miðal skattskyldug inntøka 208.000 kr og miðal skatturin 70.000 kr.

Í 2017 var miðal skattskyldug inntøka 253.000 kr og miðal skatturin 76.000 kr.

Í 2022 var miðal skattskyldug inntøka 288.000 kr og miðal skatturin 89.000 kr

Her skal ikki stórt roknikynstur at síggja, at:

Síðan 2011 er miðal inntøkan hækkað 80.000 kr og miðal skatturin 19.000 kr.

Í 2011 vóru 332 fólk í Føroyum við yvir 1 mió kr í skattskyldugari inntøku.

Í 2022 vóru 872 fólk í Føroyum við yvir 1 mió kr í skattskyldugari inntøku.

Hesir 540 ríkmenni fleiri gjalda 10-tals mió kr meir í skatti við skatta lættanum 2024.

Men Føroyar eru tað land í heimi við minst muni á hægstu og lægstu inntøkum.

Lítil munur á ríkum og fátøkum átti at frøtt flest kapitalistisk og sosialistisk hjørtu.

Tingfólk mugu hugsa minni um tørv hins almenna og meiri um fólksins tørv.

Nú má sosialistiska fjallið klára at barsla meiri enn eina skattamús.

Eitt aftrat: Broytið forskattingina av pensjónum, fólki og landi at gagni.

Tað hevði við hækkandi burðaravlopi bjargað búskaparliga haldførinum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo