Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið sýnir tveir filmar í desember, hin bretska “Sorry we missed you” og hin íslendska “Hvítur, hvítur dagur”. Fyrsti filmur í nýggja árinum er nýggi heimildarfilmurin um Leonard Cohen og norsku Marianne Ihlen ”Words of love”.

Sorry we missed you
Bretski Ken Loach (f.1936) er meistarin at lýsa sosialrealismu á filmi. Hesar eginleikar hava vit seinast sæð í sterka filminum um arbeiðsloysi, ”I, Daniel Blake”, sum Filmsfelagið vísti saman við ALS í fyrrárið. Millum elstu verkini hjá Ken Loach er ”Kes” frá 1969. Við filminum “Riff-Raff” (1991) gav hann ringast stillaða arbeiðaranum orðið og senuna at spæla og siga frá, so biografgangarin kunndi fáa innlit í kørgu korini hjá arbeiðaranum á niðastu rók í stórbýnum í Nútíðarevropa.

Nú gevur Ken Loach bretska almannaverkinum, sum dugir so illa at handfara menniskju, aftur ein undir vangan. Hjúnini Ricky og Abby Turner hava stríðst síðan kreppuna í 2008, alt fyri at húskið og tey bæði børnini kunnu fáa eina góða tilveru. Abby er heilsuhjálpari og roynir har at geva teimum eldru, ið hon er um, ta virðing, tey hava uppiborðið. Arbeiðsuppgávurnar hjá Ricky eru hinvegin smáar og skiftandi. Í vónini um at sleppa at koyra fyri eitt flutningsfelag, keypir Ricky ein nýggjan vøruvogn. Men tað er ikki so lætt at ganga ynskjunum hjá arbeiðsgevaranum á møti. Hvussu skulu tey nú klára at halda saman og fáa alt at rigga heima?

”Sorry we missed you” verður sýndur í Filmsfelagnum 4. Desember kl 20.

Hvítur hvítur dagur

Í íslendska filminum ”Hvítur, hvítur dagur” møta vit Ingimundi, ið er løgreglustjóri á bygd, sum eftir at konan doyði í ferðsluvanlukku, hevur fingið sær frí. Seinastu tíðina hevur hann havt illgruna um at innan vanlukkuna fríggjaði konan við einum øðrum.

Náðileysur setur Ingimundur sær fyri at koma til botns í málinum, so hann kann finna sannleikan. Avleiðing er, at hann setur ikki bara seg sjálvan, men eisini allar næstringar í vanda.

Fleirfalt virðislønti filmurin ”Hvítur, hvítur dagur” er ein sorgarsøga, ein hevndarsøga og ein søga um treytaleysan kærleika.

Leikstjórin, Hlynur Pálmason (f.1984), hevur fyrr gjørt listaliga filmin ”Vetrarbrøður”, sum Filmsfelagið vísti í február í fjør.

Høvuðsleikarin í nýggja filminum, Ingvar Sigurðsson, hevur fingið fleiri virðislønir fyri leiklutin sum Ingimundur, m.a. Rising Star Award í Cannes í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo