Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar 2023 at rokna. Tó so verða miðlarnir framvegis hvør sín miðil óheftir hvør av øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina til tvær ferðir um mánaðin við blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur fram sum higartil.

Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.

- Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin at geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum, siga eigararnir av Sosialinum og Dimmu.

- Tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.

- Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint, tí sum nú er gevur skipanin ikki grundarlag fyri at geva bløð út, tí hon eggjar til, at bløðini skulu gera annað tilfar enn siðbundið blaðtilfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at niðurlaga blaðútgávu í Føroyum, siga eigararnir av Sosialinum og Dimmu.

Dimmalætting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo