Thorfinn Nielsen t.v. og Ólavur Poulsen t.h avmyndaðir á vatnorkuverkinum í Bø
Thorfinn Nielsen t.v. og Ólavur Poulsen t.h avmyndaðir á vatnorkuverkinum í Bø
VatnOrka: Eftir mong ár sum undangongumaður innan smá vatnorkuverk, letur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum nú stafettina víðari.
Sp/f Thorfinn Nielsen á Giljanesi yvirtekur fyritøkuna VatnOrku og fer framyvir at veita ráðgeving, projektering og sølu av smáum vatnorkuverkum, umframt at standa fyri el-arbeiðinum í hesum sambandi.
Ólavur Poulsen hevur við egnum verki í 12 ár og fyritøkuni VatnOrka í 10 ár, arbeitt við at fremja góðar loysnir við smáum vatnorkuverkum. Sum umhvørvismaður og fyri stóran part sjálvlærdur tøkningur hevur hann, væleydnað, saman við góðum samstarvsfólkum lagt stóran dent á at laga hvørja einstaka verkætlan til viðurskiftini á staðnum.
Sp/f Thorfinn Nielsen á Giljanesi, sum næsta ár kann hátíðarhalda 40 ára virksemi, hevur drúgvar royndir innan el-arbeiði, serliga í alivinnuni, umframt aðrar størri og smærri el-uppgávur.
Seinastu árini hevur fyritøkan eisini verið ein týðandi veitari og uppsetari av sólorkuskipanum til vinnubygningar og sethús.
Smáu vatnorkuverkini verða sostatt ein natúrlig víðkan av virksemi teirra innan grøna orku.
Við yvirtøkuni tekur Sp/f Thorfinn Nielsen við umboðnum fyri italiensku IREM verksmiðjuna við sølu og tænastu.
Sum nakað nýtt verður eisini møguligt at fáa smá vatnorkuverk sum heildarveiting. Tað merkir, at Sp/f Thorfinn Nielsen kann átaka sær alla verkætlanina, frá ráðgeving og projektering til rørlegging, byggiarbeiði, uppseting og el-arbeiði, í samstarvi við aðrar veitarar eftir tørvi.
Ólavur Poulsen verður framyvir ætlandi knýttur at virkseminum hjá Sp/f Thorfinn Nielsen eftir tørvi. Soleiðis verður hansara servitan og drúgvu royndir latnar víðari.
Smáu IREM vatnorkuverkini roynast sera væl í Føroyum, og tað eru fleiri góðir møguleikar fyri nýggjum verkætlanum hjá einstaklingum, feløgum, kommunum o.ø. Nú verða smáu vatnorkuverkini bundin í SEV-netið og koma tí øllum samfelagnum til góðar.
Ólavur Poulsen fegnast um, at IREM umboðið kemur í góðar hendur, og ynskir Sp/f Thorfinn Nielsen bestu eydnu við at føra virksemið víðari. Tey lutaka í morgin og leygardagin í Norðurlandahúsinum í framsýningini um varandi orku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



