Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Spæl Føroyskt: Setanin av ársins Spæl Føroyskt vikuni verður í Gulu smiðju í Saltangará 3. mars kl. 18.15. Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, ið skipa fyri Spæl Føroyskt vikuni.

Til setanina verða røður og tónleikaframførslur á skránni. Knút Háberg Eysturstein, Guðrið  Hansdóttir og Áron Poulsen fara at framføra eitt lag og Barbara Samuelsen, KVF, Siri Súsonnudóttir, TSF, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, siga nøkur orð.

Tiltakið er alment og verður eisini sent beinleiðis í útvarpinum í KVF.

Hóast setanin verður sunnukvøldið, hava Spæl Føroyskt tiltøk verið alt hetta vikuskiftið og Spæl Føroyskt vikan heldur fram til og við sunnudagin 10. mars.

Enn ber til at vera partur av Spæl Føroyskt vikuni við at senda teldupost til booking(at)musikk.fo og greiða frá tiltakinum, og nær og hvar tað verður.

Fylg við Spæl Føroyskt vikuni og sí skránna á Facebook og Instagram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo