40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tónleikasamband Føroya og KVF: Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni tann 6.-12. mars, men hesa ferðina í nýggjum hami. Tað verður bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið, og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi. Tað er Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um Spæl Føroyskt.

”Við Spæl Føroyskt vikuni, seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privatpersónum at mynda vikuna, júst sum teimum lystir.” sigur Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya.

”Tað kann vera ein framførsla í eini frisørsalong, ein barnagarður, sum framførir á einum ellisheimi ella felagssangur í eini hugnaligari stovu. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk”, sigur Dánjal.

Men hví hava eina Spæl Føroyskt viku?
”Við Spæl Føroyskt vikuni vilja vit virka fyri einum livandi tónleikalívi, sum styrkir bond og skapar savningarmegi innan føroyskan tónleik. Tá vit siga føroyskan tónleik, meina vit við allan tónleik, sum er framførdur ella framleiddur av føroyingum, alt frá Kingo sálmi, til tungmetal, rapp og føroyskan dans. Hetta er veruliga ein vika, ið heiðrar føroyskum tónleiki í breiðastu merking”, sigur Dánjal. ”Við hesum eru vit eisini við til at stimbra føroyska tónleikaarvin og málið,” sigur Dánjal.

Hæddarpunktið í Spæl Føroyskt vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 11. mars og sent beinleiðis í KVF, her føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður.

”Vit fara so lýðandi at avdúka ymsu tiltøkini kring alt landið á okkara Facebook og Instagram-síðu. Um onkur vil skipa fyri onkrum og soleiðis gerast partur av Spæl Føroyskt skránni, so er bert at seta seg í samband við okkum á booking@musikk.fo, so varpa Tónleikasambandið og KVF ljós á tykkara tiltak,” greiður Dánjal frá og leggur afturat: ”Vit gleða okkum til eina heila viku við góðum føroyskum tónleiki, og vónandi fara føroyingar at taka væl ímóti Spæl Føroyskt vikuni og soleiðis lata tónleikin savna alla tjóðina.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo