Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

Komandi leygardag verður punktum sett fyri landskappingini 2026 í fremstu deildini hjá monnum - Mynd: FSF.fo/Pætur Jensen

Komandi leygardag verður punktum sett fyri landskappingini 2026 í fremstu deildini hjá monnum - Mynd: FSF.fo/Pætur Jensen

Komandi leygardag verður punktum sett fyri landskappingini 2026 í fremstu deildini hjá monnum - Mynd: FSF.fo/Pætur Jensen

FSF: Hóast eitt umfar er eftir at spæla, so megnaði NSÍ farna sunnudag at tryggja sær føroyameistaraheitið 2026 í fremstu deildini hjá monnum.

Heiðursmerkir og steyp verða tí handað á Svangaskarði á Toftum komandi leygardag, tá B68, ið noyðist tungu leiðina niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár, tekur ímóti FM vinnarunum. Á Toftum verður fyrsta bríksl klokkan 14:00.

Hinir fýra dystirnir í ársins síðsta umfari byrja klokkan 15:00. Á Tórsvølli spæla HB og B36, á Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ ímóti Víkingi, við Margáir í Streymnesi møtast EB/Streymur og Skála, og inni í Vika á Argjum hittast AB og 07 Vestur.

Enn er nakað av spenningi, hvørt tað verður HB ella Víkingur, ið fer avstað við bronsuni, og um 07 Vestur, AB ella Skála fara við toftamonnum niður í næst bestu deildina. Alt hetta verður endaliga greitt klokkan umleið fimm seinnapartin leygardagin.

MeistaraDeildin menn, leygardagin 31. okt.
B68 – NSÍ (14:00)
HB – B36 (15:00)
KÍ – Víkingur (15:00)
AB – 07 Vestur (15:00)
EB/Streymur – Skála (15:00)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #