Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag: Tað var í tí heita lotinum frá Sahara hóskvøldið, at spakin bleiv settur í til Drivið.

Fyrst varð kunnað um verkætlanina á Fossánesi, har uml. 70 fólk vóru samankomin.

Fundarfólkið var spent upp á verkætlanina. Og dentur varð lagdur á, at ein slík verkætlan má hava lokalt kjølfesti bæði so og so fyri at kunna verða framd. Samstundis sum ein slík verkætlan eisini tørvar stuðul úr grunnum bæði í Føroyum og Danmark. Kunnað varð eisini um, at verkætlanin Drivið er farin inn í eina ráðgevingartilgongd saman við Lokale- og Anlægsfonden, samstundis sum stuðul eisini verður søktur úr øðrum grunnum.

Eftir kaffi og kunning á Fossánesi, fór fólkið yvir í Sandoyrabug, har Drivið hevur fingið grundstykki frá Hvannasunds Kommunu og ein part frá Hvannasunds Havn, sum bæði Hvannasunds og Viðareiðis kommunur eiga.

Í Sandoyrabug sang Hans Fuglø Christiansen vælkenda sangin: Norðingur, sum kemur út á Spotify leygardagin. Og eftir tað helt Óli Andrésen røðu vegna NHR, og Hans Jørgen Nysted formaður í Norðoya Motorsavni segði nøkur orð og loysti fyrsta flagið.

Í morgun er restin av arbeiðinum at grava økið út og planera longu farið í gongd. Og tað var ikki sørt av spenningi at hóma í teimum, sum gingu og koyrdu framvið í morgun, nú arbeiðið er byrjað, og bygdirnar fáa eitt hølið til ein sunnan, virknan lívsstíl fyri børn, ung, vaksin og eldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo