

Tær vaksandi útreiðslurnar fáa nú avleiðingar fyri handlar við gerandisvørum í Danmark.
150 SuperBrugsen- og Kvickly handlar kring Danmark hava gjørt av at lata aftur klokkan 19 um kvøldið í staðin fyri klokkan 20 ella 21, sum talan hevur verið um inntil nú, skrivar tv2.dk.
Hetta er sum vera man eitt spariátak.
- El- og orkuútreiðslurnar eru hækkaðar, og innkeypsprísirnir eru undir trýsti, so vit hava hugt at okkara orkuútreiðslum, sløkt ljósið og sløkt frystiboksir runt um í handlunum, sigur Jens Juul Nielsen, kunningarstjóri hjá Coop.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo