Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: Hóskvøldsdokumentararnir í sjónvarpinum í vetur fara at fevna um alt frá at vera skeivur sum ein hani og kensluborna ungdómslívið til at bóndast í Stóru Dímun.

Vetrarskráin í Kringvarpinum er rættiliga farin á glið, og hóskvøld er nú aftur dokumentarkvøld. Og føroyingar kunnu gleða seg, tí talan er um eina sera fjølbroytta skrá.

Vit leggja fyri komandi hóskvøld við dokumentarsending um Jóan Jakku Guttesen, og vit steðga ikki á aftur, fyrr enn veturin er av.

Niðanfyri kanst tú lesa um sendingarnar, sum eru á skrá fram til jólar.

Allar sendingarnar verða sendar í sjónvarpinum og at finna á kvf.fo.
 
Tónleikaímyndin úr Sørvági
Vit leggja í vaðið hóskvøldið 26. oktober við dokumentari um Jóan Jakku Guttesen, hvørs orð og løg hava ríkað føroyska tónleikaheimin í mong ár. Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganesti og Vágaverki at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum. Í hugfloygdu tekstunum eru eisini máliskur, ið hava vunnið hevd. "Skeivur sum ein hani" kann eingin annar enn Jóan Jakku siga.

Hvat: Skeivur sum ein hani
Nær: 26. oktober

Bóndalív í Stóru Dímun
2. og 9. november senda vit dokumentarstuttrøð um lívið í Stóru Dímun. Í 12 ár hava tvey húski búð í Stóru Dímun, og fýra vaksin fólk hava verið felags um arbeiðið á garðinum. Men síðani í fjørheyst hava bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen verið einsamøll og gjørt alt tað dagliga arbeiðið í oynni.

Tvey hóskvøld á rað fylgja vit teimum báðum í dagliga arbeiðnum.

Hvat: Stóra Dímun
Nær: 2. og 9. november

“Vit mugu gerast betri til at tosa um kenslur sum heild”
Tað heldur Maria Winther Olsen, annar av leikstjórunum av ungdómsheimildarrøðini 'Sært tú meg?’
Í eini roynd at seta orð á kenslurnar verða fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, sett saman. Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?

Hetta hava Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs gjørt av at kanna. Ungdómsheimildarrøðin 'Sært tú meg?', sum var sera væl móttikin í fjør, heldur nú fram í fýra pørtum. Fyrsti partur verður hóskvøldið 16. november.

Hvat: Sært tú meg?
Nær: 16., 23., 30. november og 7. desember

Stórur maður í Voxbotni
So fara vit til Havnar at fylgja við Mariusi DC, tá hann fyrireikar seg til stóru konsertina í Voxbotni. Vit fylgja honum í fyrireikingunum vikuna áðrenn konsertina, sum endar hálvlunkað. Tað vísir seg tó, at spælingin bert verður upphiting til eina ógloymandi konsertuppliving seinni um kvøldið, tá ungi rapparin sleppur upp á pall við eini stórari fyrimynd.

Stórur maður í Voxbotni er á skránni tann 14. desember.

Hvat: Stórur maður í Voxbotni
Nær: 14. desember
 
Foytar jólagreyðir
Beint fyri jól, 21. desember, fara Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein aftur at borðreiða við jólamati í einum serligum jólaparti av Foytum greyðum.

Eins og í fjør fara teir at borðreiða við klassiskum jólamati við einum “tvisti”. Konseptið er simpult – tveir leikmenn gera mat eftir gomlum, føroyskum uppskriftum, og so ferðast teir eisini runt landið og gera mat saman við ymiskum fólkum.

Maturin er kryddaður við skemti.

Hvat: Foytar jólagreyðir
Nær: 21. desember
 
Tónleikurin fer í luftina
Í luftini er ikki dokumentarrøð, men hon verður kortini send fýra hóskvøld á rað aftan á dokumentarsendingina. Í fyrsta parti, sum er komandi hóskvøld, er Elinborg Pálsdóttir gestur.

Í sendingini tosa vit við fløguaktuellar tónleikarar, sum framføra løg av nýggjastu útgávuni.

Sendingin er samstarv millum Kringvarp Føroya og FMX, Faroe Music Export.

Hvat: Í luftini
Nær: 26. oktober, 2., 9. og 16. november

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo