Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í tvey ár hevur Føroyska sjómansmissiónin ikki kunna bjóðað kvinnum í sjómanskvinnuringunum og øðrum til landsstevnu, vegna koronu. Nú er Covid 19 vónandi fortíð, og tí verður aftur bjóðað til stevnu.

Landsstevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 29. apríl til 1. mai. Á skránni verður fokus á sjómansmissión, bæði í Føroyum og uttanlanda. Harafturat verður kunnan frá sjómanskvinnuringunum, kvinnur hjá sjómonnum koma at siga frá, áhugatími um at leiða bæði seg sjálvan og onnur. Annað áhugavert verður eisini at hoyra. Kór og solistar koma at syngja.

Seinnapartin leygardagin verður medarbeiðarafundur, har tosað verður um arbeiðið hjá ringunum og Sjómansmissiónini sum heild.

Landsstevnan er kend fyri at stimbra og samansjóva kvinnurnar og fyri gott huglag har gaman og álvara ganga hond í hond. Í Leguhúsinum eru góðar umstøður. Menn koma at stákast í køkinum og at tæna við borðini.

Landsstevnan er “ársins” vikuskifti hjá Sjómansmissiónini og størsta árliga tiltak.

Faldarar um stevnuna eru sendir út til ringarnar og skráin kemur at standa á Facebook síðuni hjá Føroysku sjómansmissiónini. Síðsta freist at melda til stevnuna er mikudagin 20. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo