Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: RTS fer nú undir spreingiarbeiðið við Regnavegin undir Húkslondum. Ætlanin er at byrja mánadagin 15. mai. Arbeiðstakarin hevur váttað, at atlit verður tikið fyri øllum trygdarviðurskiftum, so møgulig óhapp kunnu fyribyrgjast.

Ì morgun varð skipað fyri kunningarfundi fyri leiðarunum í  Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum, sum eru næstu grannar. Skrivlig kunning er eisini send sethúsaeigarunum, sum búgva nær við økið.

RTS ger lendisarbeiðið fyri felagið Skákið, sum ætlar at fara undir eina stóra íbúðarverkætlan á umleið 70 íbúðir.

Kommunan eigur grótið, sum verður brúkt til nýggju grótverjuna í Oyrunum. Í hesum sambandi hevur Nes kommuna gjørt avtalu um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar.

Hendan grótnøgdin  – saman við grótinum, sum er tikið úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, fer eftir ætlan at røkka til at leingja grótaverjuna áleið 180 metrar.

Nes kommuna metir, at hetta eru spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki. Samstundis fer økið norðan fyri Saltsøluna at geva stórar møguleikar fyri vinnuna. Og undir Húkslondum við Regnavegin kemur ein nýggjur íbúðarbýlingur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo