Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Lene Moyell Johansen, ríkisumboð
Evni: Virksemið hjá politinum í Føroyum

Spurningar:
1. Er Politiøkisráðið sambært rættargangslógini formliga tilnevnt, og hava fundir verið í økisráðnum ?

2. Hvørji fyribyrgjandi átøk ger politiið í lokaløkjum kring landið?

3. Eru ætlanir um at seta meira inn lokalt, tá tað snýr seg um rúsevnakriminalitet?

4. Er ætlanin at lata politistøðir upp aftur í lokalumhvørvinum?

Viðmerkingar:
Fleiri viðurskifti hjá politinum broyttust, tá nýggja rættargangslógin kom í gildi 1. januar 2021.

Áður høvdu Løgtingið og løgtingslimir ávíst innlit í arbeiðið hjá politinum í Føroyum gjøgnum Lokalnevndina og eftirlitið við varðhaldsfangum. Við nýggju rættargangslógini vórðu hesar nevndir tiknar av, og tískil er torførari at fáa innlit í virksemið sum heild.

Sambært rættargangslógini skal setast eitt Politiøkisráð við umboðum fyri Føroya Politi, kommunurnar og landsstýrið. Ráðið skal viðgera lokalar trupulleikar og fremja samstarv millum ymiskar myndugleikar.

Politiið í Føroyum er enn miðsavnað, hóast danska politiið er byrjað at flyta seg út aftur í lokalumhvørvið. Í Føroyum er virksemið bara í størstu býunum, meðan smærru plássini og bygdirnar nærum einki síggja til politiið.

Royndir og gransking aðrastaðni vísa, at sjónligt politi er eitt gott vápn ímóti m.a. rúsevnum og kriminaliteti, sum stendst av hesum. Tað kann tískil hava fyribyrgjandi úrslit, um politiið verður sjónligari í lokalumhvørvinum.

Fyri at kanna, um nakað virksemi er í økisráðnum og um politiið ætlar at seta meira inn lokalt, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 29. mars 2022
Djóni Nolsøe Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo