Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningureftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir kring alt landið?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi?

Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum eru nevnd fleiri góð átøk, sum skulu gerast á bústaðarøkinum við tí endamáli at nøkta stóra bústaðartørvin og minka talið av tómum bústøðum kring landið.

Fleiri av átøkunum leggja upp til at geva kommununum fleiri heimildir, og til hetta krevjast eisini lógarbroytingar.

Fyri at fáa at vita nær uppskot til lógarbroytingar verða løgd fyri Løgtingið, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 19. mai 2023
 Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo