Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Eftirlit við russiskum fiskiskipum

Spurningar:
1. Hvussu ofta ger Vørn eftirlit umborð á russiskum fiskiskipum, herundir skip, sum umskipa í føroyskum sjógvi?

2. Hvussu ofta hevur Vørn gjørt eftirlit umborð á russiskum skipum, síðan Russland fór í kríggj við Ukraina?

3. Fylgir Vørn neyvt við, hvat russisk fiskiskip fiska, og um tey fiska meira enn ásettu kvoturnar av hvørjum fiskaslagi?

4. Hvussu nógv eftirlit var við ávikavist russisk og føroysk skip í 2019, 2020, 2021 og higartil í 2022?

5. Liva eftirlitini hjá Vørn upp til krøvini, sum eru ásett í avtalu við Noreg og ES frá 2020?

Viðmerkingar:
Føroyar hava m.a. í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at gera fult eftirlit av 5% av landingunum og 7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski í Føroyum. Fult eftirlit er millum annað, at eftirlitsfólk skal vera til staðar alla tíðina, meðan landað verður.

Tað hevur verið frammi í miðlunum, at Fiskimálaráðið niðurraðfestir eftirlit við fiskifør, sum fiska í Føroyum. Vørn hevur áður sagt seg ikki hava arbeiðsorkuna til at liva upp til krøvini um eftirlit við føroyskum havnum, sum Føroyar annars hava bundið seg til í altjóða samstørvum.

Sjálvt um Russland óprovokerað hevur valt at fara í kríggj í Evropa og harvið dagliga hóttir vesturheimin, so heldur landsstýrið enn dyrnar víðopnar fyri russiskum fiskiskipum, og spurningurin er, um Føroyar eru blivnar ein frístaður hjá russiskum skipum. Tað er av alstórum týdningi, at strangt eftirlit verður hildið við hesum skipunum og tí, sum skipini fiska í føroyskum sjógvi.

Russisku uppsjóvarkvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 eru:
Svartkjaftakvotan er 75.000 tons
makrelkvotan er 13.300 tons
og sildakvotan er 9.200 tons.

Hetta eru ovurhonds stór føroysk virði, sum hava stóran almennan áhuga. Vit eiga at fáa góða og neyva kunning um alt, hesi skipini gera í føroyska rúminum, hvat kemur innanborða, hjáveiðu, hvat fer í lastina, hvat verður umskipað o.s.fr.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 26. september 2022
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo