Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Magni Højgaard, løgtingsmaður 
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni: Rúsviðgerð

Spurningar:   
1. Hvat er støðan, tá tað kemur til rúsviðgerð í Føroyum?

2. Hevur landsstýrið kannað, um ein avrúsing kann vera almenn?

3. Hvørjar heimildir eru galdandi, tá tað kemur til substitutiónsviðgerð til fólk við meir kompleksum avbjóðingum?

Viðmerkingar: 
Tað er nógv fokus á rúsviðgerð í løtuni, og tað eru nógv onnur øki í samfelagnum, ið hava markamót her.

Vit hava í seinastu hoyrt leiðaran í psykiatriini, bæði í sjónvarpi og útvarpi, tosað um “substitutiónsviðgerð”. Tað at fara inn og hjálpa einum menniskja í kompleksum bundinskapi, har tað er sera trupult at blíva heilt rúsfríur.

Ivamál hava verið viðvíkjandi lógarheimildum og kostnaðarstøðinum, og um hvørt substitutiónsviðgerð skal vera meiri atkomulig í Føroyum.  

Vit hava javnan hoyrt, og eisini nú í seinastuni, at Føroyar eiga at hava eina almenna avrúsing, ið til dømis liggur hjá sjúkrahúsinum . Tí vil eg spyrja landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum, um nakrar ætlanir eru viðvíkjandi hesum avrúsingarviðurskiftum í Føroyum. 

Á Løgtingi, 23. oktober 2026 
Magni Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #