Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum

Spurningar:
1. Hvussu nógvar vinnufyritøkur gjalda kringvarpsgjald í dag?

2. Hvussu eru tær vinnufyritøkurnar býttar út frá § 7, stk. 3 í kringvarpslógini?

3. Hvør er upphæddin tilsamans, ið vinnufyritøkur gjalda í kringvarpsgjaldi?

4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum hjá vinnufyritøkum?

Viðmerkingar:
Í 2015 bleiv kringvarpslógin broytt soleiðis, at vinnufeløg eisini skuldu gjalda kringvarpsgjald alt eftir, hvørjar lønarútreiðslurnar eru.

Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa eina mynd av, hvussu nógvar vinnufyritøkur gjalda og hvussu nógv.

Eisini verður fyrispurningurin settur fyri at fáa greiðu á, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um broytingar á økinum.

Á Løgtingi, 19. juni 2023
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo