Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Ruth Vang, løgtingskvinna 
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni: Rættindi hjá borgarum, búsitandi í Føroyum, til veitingar frá Heilsutrygd, sum sambært norðurlendska sáttmálanum sleppa undan heilsutrygdargjaldi vegna gjald til aðra skipan í arbeiðslandinum

Spurningar:   
1. Hava borgarar, búsitandi í Føroyum, sum vegna gjald til NAV sleppa undan heilsutrygdargjaldi, sama rætt til veitingar, so sum ókeypis læknaviðtalu, ískoyti til heilivág, tannlækna, fysioterapi, kiropraktor v.m. frá Heilsutrygd?

2. Rindar NAV endurgjald fyri veitingar, sum borgarar fáa frá Heilsutrygd?

3. Gevur norðurlendski sáttmálin Heilsutrygd rætt til at krevja endurgjald fyri veitingar, veittar borgarum, sum rinda til NAV?

Viðmerkingar: 
Í sambandi við tingviðgerð av viðurskiftum hjá teimum, ið rinda til NAV (Folketrygd) í Noregi og tískil sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, stingur spurningurin seg upp, hvørt hesir borgarar hava sama rætt til tænastur frá Heilsutrygd, sum borgarar, sum rinda heilsutrygdargjald, hava. Í øðrum lagi, um so er, verður spurt, um NAV rindar endurgjald fyri veitingar, sum borgarar fáa frá Heilsutrygd.

Um ikki, er hetta ein endurgjaldsrættur, sum Heilsutrygd ikki nýtir.

Undir viðgerðini vórðu fleiri ymisk uppáhald millum tingfólk um, hvussu skipanin virkar og/ella eigur at virka. Tí verður spurningurin settur. 

Á Løgtingi, 19. oktober 2026 
Ruth Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #