Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari:  Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni:  Sandoyartunnilin

Spurningar: 
- Er ósemja ímillum P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC um at gera Sandoyartunnilin lidnan?

- Drálar NCC við at gera Sandoyartunnilin lidnan, og um so er, hvør er orsøkin?

- Sleppa undirarbeiðstakarar ikki fram at, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði?

Viðmerkingar:
Tað hoyrist millum manna, at ósemja ímillum tunnilsfelagið og NCC ger, at NCC drálar við at gera Sandoyartunnilin lidnan, samstundis sum undirarbeiðstakarar ikki sleppa framat, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði.

Arbeiðið hevur gingið skjótari enn tíðarætlanin, og skal ósemja vera um møguligt «bonus» til NCC, um NCC letur tunnilin áðrenn ásettu tíðina.

Spurningarnir verða settir til løgmann fyri at fáa váttað ella avsannað tíðindini.

Tað kann virka skilaleyst, um ein ósemja ger, at tunnilin ikki verður gjørdur liðugur og tikin í nýtslu skjótast til ber.

Um so er, verða sandoyingar, ja allir føroyingar, hildnir sum gíslar.

Tað má vera vinningur fyri allar partar, at tunnilin verður gjørdur liðugur sum skjótast.

Á Løgtingi, 9. mai 2023
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo