Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu vit ikki bjóða fólki við helst heimsins bestu maskinmeistarútbúgving. Og eg haldi avgjørt heldur ikki, at landið kann liva við hesum – at vit, sum kalla okkum eina maritima tjóð, útbúgva okkara fólk av landinum, tí vit hvørki megna at bjóða teimum eina líkinda løn ella tíðarhóskandi arbeiðsumstøður, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu vit ikki bjóða fólki við helst heimsins bestu maskinmeistarútbúgving. Og eg haldi avgjørt heldur ikki, at landið kann liva við hesum – at vit, sum kalla okkum eina maritima tjóð, útbúgva okkara fólk av landinum, tí vit hvørki megna at bjóða teimum eina líkinda løn ella tíðarhóskandi arbeiðsumstøður, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu vit ikki bjóða fólki við helst heimsins bestu maskinmeistarútbúgving. Og eg haldi avgjørt heldur ikki, at landið kann liva við hesum – at vit, sum kalla okkum eina maritima tjóð, útbúgva okkara fólk av landinum, tí vit hvørki megna at bjóða teimum eina líkinda løn ella tíðarhóskandi arbeiðsumstøður, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum viðurkennir, at eitt nú SSL-sáttmálin nú er so vánaligur, at kappingarførið er burtur. Hann skilir til fulnar hvøssu atfinningarnar at lønar- og arbeiðsviðurskiftunum, sum maskinmeistarar á Smyrli nýliga eru komnir við.

>>>Sí videobrot HER.<<<

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, heldur støðuna vera álvarsliga, nú maskinmeistarar hjá Strandferðsluni, SSL, boða frá, at teir rýma undan vánaligari løn og arbeiðstreytum.

Teir báðir Poul Henning Poulsen og Magni G. Joensen, sum báðir sigla sum 2. meistarar við Smyrli, hava longu gjørt greitt, at teir pakka saman, um ikki munandi broytingar til tað betra henda nú. Sí videobrot HER.

Rætt í øllum
Formaðurin tekur atfinningarnar hjá teimum báðum til eftirtektar og skilir tær til fulnar.

- Tað er ikki oftari enn so, at tú fært ein slíkan lestur oman yvir teg, og bara kanst nikka játtandi til hvørja tí einastu atfinning. Men soleiðis er tað, teir báðir hava rætt í øllum, teir siga, og hetta er ein álvarslig støða, sigur Arnfinn Bech.

Hann vísir á, at tað er ikki bara SSL-sáttmálin, sum er afturúrsigldur, men allir teir almennu sáttmálarnir. Í juli ávaraði hann av sínum eintingum um generella og vaksandi maskinmeistaratrotið á skipunum hjá landinum.

Á heimasíðuni hjá felagnum, www.mf.fo, er grein um hetta undir yvirskriftini ”Maskinmeistaratrot kann leggja skipini”, og videobrot er á hesum leinki:

https://www.youtube.com/watch?v=4ZkLVc2Acgg

- Tað sansar alvorliga at allastaðni nú, men SSL-sáttmálin man vera tann, sum skavar botnin, sigur Arnfinn Bech.

- Nú havi eg ikki sitið so leingi í hesum sessinum, men tá eg granski fortíðina, so síggi eg, at Maskinmeistarafelagið í nógv ár hevur barst eitt vónleyst stríð við almennu arbeiðsgevararnar um at fáa okkara sáttmálar á hædd við teir í londunum, vit kappast við. Mótparturin hevur bara ikki hava verið til at vika, sigur Arnfinn Bech.

Lívsleiðin arbeiðir ímóti
Hann ásannar, at føroysku maskinmeistararnir partvíst eru sín egni versti fíggindi, tá tað ræður um teir almennu sáttmálarnar. Tí siðbundna lívsleiðin – karrieran – hjá teimum í nógv størri mun er til fyrimuns fyri arbeiðsgevararnar enn maskinmeistararnar sum heild.

- Vit hava altíð havt eitt ávíst yvirflot av meistarum, sum eru komnir eitt sindur upp í árini, og hava tænt fyri seg í útisigling ella í aðrari lønandi vinnu uttanlands. Teir hava meira og minni tjent sína lívsløn og hava hug at lenda eitt sindur bleytt við nøkrum friðarligum árum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, áðrenn teir lata seg pensjonera – ella meðan teir eru pensjonistar.

- Av somu orsøk seta hesir maskinmeistararnir ikki so stór krøv til tað heila og eru í hvussu er ikki teir fyrstu upp á barrikadurnar at berjast fyri løn og sømdum. Tað hava teir ikki tørv á. Afturat teimum er so ein støðug tilgongd av ungum, nýútbúnum meistarum, sum í fyrsta lagi hava áhuga í at fáa sett nøkur flugubein í vinnubrøvini, serliga tá tað snýr seg um at upptjena siglingstíð, og síðan eru teir skjótir at leita sær aðrar leiðir.

- Tí hevur tað higartil altíð borið til hjá teimum almennu føroysku arbeiðsgevarunum at manna størvini. Men tað ger tað ikki longur, tí nú eru sáttmálarnir so langt afturúrsigldir, at hvørki nýútbúnir ella pensjoneraðir maskinmeistarar tíma at arbeiða undir hasum treytunum, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

Láturligar lønir
Samráðingarnar um nýggjar sáttmálar eru spakuliga farnar í gongd, og Arnfinn Bech sigur, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin at streingja hart á at lyfta sáttmálarnar hjá teimum føroysku maskinmeistarunum, ikki minni tann við SSL.

Í virðing fyri mótpartinum eru sáttmálakrøvini í trúnaði, sum siður er, men formaðurin vísir á, at tey undan samráðingunum hava gjørt nakrar útrokningar viðvíkjandi løn í mun til arbeiðstíð og arbeiðstíðarreglur hjá limunum í teimum almennu reiðaríunum fyri at kunna samanbera lønirnar har við lønir og arbeiðstíðarreglur á landi.

Útrokningarnar vísa, at endalønin hjá maskinmanningini á Smyrli umroknað til tímaløn eftir arbeiðstíðarreglunum á landi sær soleiðis út:

- Maskinstjórin, lønarflokkur 8.4, fær 177 krónur um tíman.

- Maskinmeistari í lønarflokki 7.5 fær 161 krónur um tíman.

- Maskinmeistari í lønarflokki 6.5 fær 150 krónur um tíman.

- Maskinmeistari í lønarflokki 4.5 fær 139 krónur um tíman.

- Elektrikari í lønarflokki 5.5 fær 141 krónur um tíman.

- Fastur avloysari í lønarflokki 2.0 fær 113 krónur um tíman.

- Hetta er jú láturligt, sjálvt fyri maskinstjóran loysir tað seg betur at fara í land at koyra buss, og tímalønin hjá avloysarunum í maskinrúminum er útvið 20 prosent lægri enn minstalønin hjá einum ófaklærdum arbeiðara á landi, sigur Arnfinn Bech.

Hann leggur dent á, at maskinmeistararnir hjá SSL arbeiða 2.366 tímar um árið fyri hesar lønirnar. Tað er 286 tímar meira, enn tey, sum arbeiða í einari vanligari 40 tíma arbeiðsviku, svarandi til 2.080 tímar um árið.

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu vit ikki bjóða fólki við helst heimsins bestu maskinmeistaraútbúgving. Og eg haldi avgjørt heldur ikki, at landið kann liva við hesum – at vit, sum kalla okkum eina maritima tjóð, útbúgva okkara fólk av landinum, tí vit hvørki megna at bjóða teimum eina líkinda løn ella tíðarhóskandi arbeiðsumstøður, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

Stramma í
Arnfinn Bech sigur, at Maskinmeistarafelagið eisini hevur gjørt av at stramma í, so at arbeiðsgevararnir ikki áhaldandi skulu kunna gera sær dælt av siðbundnu lívsleiðini hjá føroysku maskinmeistarunum.

- Sum fakfelag skulu vit sjálvandi seta samhaldsfesti fremst. Tí gera vit nógv burtur úr at greiða limunum frá, hvussu hesi tingini hanga saman, soleiðis at vit sjálv ikki eru við til at undirgrava okkara egnu sáttmálar. Tí tað ynskir ongin maskinmeistari, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo