Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hvørt ár 17.juni, sum er dagurin fyri stríðnum móti lendisspelli og turki, verður víst á mátar at minka um og forða fyri lendisspelli og skerpingi. Tað er eisini dagurin, har víst verður á, hvussu komast kann undan tá skerpingur er/hevur verið.

Lendisspell er tilgongdin frá at gott og gróðarmkið lendið verður til lendi við nógvum svarðloysi og at enda til oyði lendi. Henda tilgongdin kemur oftast av skerpingi og minni skynsamari lendisnýtslu av umhvørvinum.

Lendisspell hevur við sær, at lívfrøðiliga margfeldi minkar, tí umhvørvið broytist, t.d. av jarðrivið, og jørðin verður burtur.

Serliga meint rakar hetta í økjum, har nógv armóð og fátækradømi er.

Seinastu árini hevur lendisspell havt við sær, at 2 milliardir ha av landbúnaðarlendi, ein vídd svarandi til víddina á Føroyum 1.430-ferðirnar, er illa farið ella lagt oyði.

Góðu tíðindini eru, tað í stóran mun ber til at forða fyri lendisspelli, t.d. við:
⦁    Verja jørðina við at brúka jørðina á ein burðardyggan hátt og við at ansa eftir, hvussu vatnið verður brúkt

⦁    Ansa eftir, at hol ikki kemur svørðin

⦁    Skift veråur millum at velta jørðina (bøin) og at brúka hana til beiti og til  sláttur ella at velta, so jørðin ikki verður útpínd og tømd fyri taðingarevni og fylt við sjúkum, sum skaðar gróðurin

⦁    Brúka burðardyggar siðbundnar arbeiðsmátar, og tøkni, og tillaga tey, so hvørt nýggj vitan bøtir um hesar

⦁    Lat lokalu myndugleikunum styrk, so teir kunnu handfara trupulleikar við lendisspelli og turki

⦁    Skapa fólki umstøður at menna burðardygt virksemi í bygdum og býum í viðbreknum

Aftur at hesum tiltøkunum, at minka um og forða fyri lendisspelli, eru eisini aðrir mátar at venda gongdini við lendisspelli. M.a. við at planta trø, taða jørðina, minka um og forða fyri jarðrivi og við at hava góðar goymslur av væl egnaðum fræ set.

Tað er meira umráðandi enn nakrantíð at stríðast ímóti lendisspelli og skerpingi, tí longu í 2050 er neyðugt at skaffa 10 mia. menniskjum mat á borðið.

Hvussu leggur tú til merkis tiltakið:

#WorldDayToCombatDesertificationAndDrought

Henda dagin gera umhvørvisáhugaði og fólk, sum arbeiða við at gera vart við, hvussu vit fara best um okkara náttúrtilfeingi, vart við hetta evni á ymsan hátt, m.a. við at kunna fólk um hvussu tey gera sítt í stríðnum móti lendisspelli og skerpingi. Fyri at tú kann verða partur av hesum átakinum, ber til:

⦁    Seta teg inn í hvussu tú kann virka fyri, at verja jørðina í økinum, har tú býr

⦁    Seta minst eitt træ niður

⦁    Seta teg inn í fyrimunirnar við at hava set-/frægoymslur

⦁    Hyggja at filmum og lesa greinar um lendisspell og jarðriv og um hvørja ávirkan tey hava á okkara jørð

Nýt facebook og aðrar sosialar miðlar at vísa øðrum á henda dagin við at vísa á:

#WorldDayToCombatDesertificationAndDrought.

Stutt um søguna um 17. Juni, Dagurin víst verður á stríðið móti lendisspelli og turki
Tá ST-fundurin um burðardygga menning var í Rio í 1992, varð staðfest, at lendisspell er ein av teimum størstu avbjóðingunum, fyri at heimurin kann mennast burðardygt. Í 1994 gjørdi ST-aðalfundurin sáttmála um stríðið móti lendisspelli, nevnt UNCCD: “the United Nations Convention to Combat Desertification”.

Hesin altjóða sáttmálin staðfestir, at samfelagsmenningin er óloysiliga bundin at umhvørvinum og burðardyggari nýtslu av nátturutilfeingunum. Harafturat ásetti ST, at dagurin 17. juni framyvir skal verða dagurin, tá víst verður á stríðið móti lendisspelli og skerpingi.

Seinastu árini hevur verið víst á hesi stevnumiðini:

2022: Verð við í felag at menna samfelagið aftur aftaná turk

2021: Endubøt jørðina. Vit klára okkum betur við einum umhvørvi, sum   er í góðum standi

2020: Matur, fóður og tægrar (ull, bummull, hampur o.a.) – og sambandið millum nýtslu og lendi

2019: Lat okkum menna framtíðina saman

2018: Jørðin hevur rættulig virði, ger íløgur í hana!

2017: Sambandi millum lendisspill og og fólkaflytingar

2016: Verj jørðina, endurbøt lendi og fá fólk at taka lut í hesum

Stevnumiðið fyri 2023 er javnstøðis rættindini hjá konum til jørðina. Tað er umráðandi, fyri at vit skulu klára settu málini fyri 2030 um javnstøðu millum kynini, minka um lendispelli og fremja onnur av heimsins málum at tryggja burðardyggari menning.

##med2##

Nakrar keldur á alnótini:
At lesa landið (norden.org)
https://www.unccd.int/events/desertification-drought-day/2023
www.un.org/en/observances/desertification-day
www.unesco.org/en/days/desertification-drought-combat
www.Land.is
Að lesa og lækna landið - Landvernd
What is Erosion? Effects of Soil Erosion and Land Degradation
Home | UNESCO p

##med3##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo