Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Hugnaløta var á Dagstovninum á Argjum fyrrapartin í samband við, at trý starvsfólk høvdu starvsdag.

Asta Thomsen hevði 20 ára starvsdag, og Ingun Olsen og Jonna Mellemgaard høvdu 25 ára starvsdag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu fyri teimum.

"Asta, starvsfelagar tínir siga um teg, at tú er framsíggin og væl fyrireika. Nú, tá jólaprýði skulu gerast, ja, so hevur tú verið í náttúruni saman við børnum og funnið tilfar," segði Heðin Mortensen, millum annað.

"Ingun, starvsfelagarnir siga um teg, at hjá tær er onki óført, - alt ber til. Tú fer í gongd beinaveg, um tað er at seyma, fara túr ella baka, vísti borgarstjórin millum annað á.

"Jonna, starvsfelagar tínir siga um teg, at tú er rólig. Er onkur ósemja millum børnini, so loysir tú hana við róliga sinnalagi tínum," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Borgastjórin takkaði teimum trimum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo