Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Jón Ellingsgaard fekk silvurmerki frá Tórshavnar kommunu fyri at hava starvast í kommununi í 30 ár

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Jonnu Ellingsgaard, konu Inga Ellingsgaard, silvurmerki

Jón Ellingsgaard og Jonna Ellingsgaard

Jón Ellingsgaard fekk silvurmerki frá Tórshavnar kommunu fyri at hava starvast í kommununi í 30 ár

Jón Ellingsgaard fekk silvurmerki frá Tórshavnar kommunu fyri at hava starvast í kommununi í 30 ár

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Jonnu Ellingsgaard, konu Inga Ellingsgaard, silvurmerki

Jón Ellingsgaard og Jonna Ellingsgaard

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen vísti í røðu sínari á, at Jón og Ingi løgdu lunnar undir KT partin í Tórshavnar kommunu. 

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum.

--

"Vit fara í dag at heiðra Jón Ellingsgaard og Inga Ellingsgaard, sála.

Í meira enn 30 ár hava brøðurnir Jón og Ingi verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu.

Lat meg siga beinanvegin, at hóast vit saman við tykkum syrgja missin av Inga, so er tað ikki fyri tað syrgliga ella hugtunga, vit minnast Inga. Tí vit minnast teir báðar tveir sum lívsglaðar og skemtingarsamar starvsfelagar, sum hava verið hugvekjandi á so mangan hátt.

Ingi legði grundarlagið undir tøkniliga partin av Tórshavnar kommunu.

Ingi tók við sum deildarleiðari í nýstovnaðu KT-deildini 1.juli 1993. Hetta var samstundis, sum Jón eisini byrjaði í starvi hjá kommununi.

Í 2011 fór Ingi í starv á fíggjardeildini, har hann millum annað at stóð fyri KT-menningini við nýmótans skipanum.

Starvsfelagarnir siga um Inga, at tað var ordan í øllum, sum hann gjørdi. Hann var væl skipaður og pliktuppfyllandi. Hann dugdi alt innan KT, og tey kundu altíð spyrja Inga um ivamál, tí hann var skjótur at hjálpa og vegleiða.

--

Jón byrjaði hjá Tórshavnar kommunu í 1993. Saman við beiggja tínum og starvsfeløgum legði tú grundarsteinin fyri tøkniligu menningini hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí vit vita, at tað gongur skjótt á KT økinum.

Jón, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er vitandi og álítandi. Tú steðgar ikki fyrrenn trupulleikin er loystur. Og eg kundi ímyndað mær, at í eini kommunu við tveytúsund starvsfólkum eru nógvir fyrispurningar og nógvar avbjóðingar.

Tá tað kemur til KT krevst vitan og hegni. Jón, tú dugir at samstarva, tú dugir at hjálpa og tú dugir at greiða frá.

Tú manst vita meira enn tey flestu um KT og hvussu gongdin hevur verið innan tøknina seinastu 30 árini.´"

--

Tá fólk hava starvast í 30 ár hjá Tórshavnar kommunu fáa tey silvurmerki.

Heðin Mortensen handaði Jón Ellingsgaard og Jonnu Ellingsgaard, konu Inga Ellingsgaard, sála, silvurmerki. Ingi Ellingsgaard andaðist í desember í fjør.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Jonnu Ellingsgaard, konu Inga Ellingsgaard, silvurmerki

Jón Ellingsgaard og Jonna Ellingsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo