Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum er í jólahýri og hevur keypt teimum áleið túsund starvsfólkunum jólagávu - nakað sum ikki er óvanligt at arbeiðspláss gera hesa ársins tíð, men sum tó als ikki hevur verið vanligt á LS, har hvørt oyra sum kunnugt má vendast fyri at fáa sum mest burturúr.

- Um tað er fyrstuferð nakrantíð, tori eg ikki at siga, men tað er í øllum førum fyrstuferð í rættuliga nógv ár at starvsfólkini fáa jólagávu, sigur Tummas í Garði, sum er varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, tá VP spyr.

Hann sigur, at leiðslubólkurin í ár veruliga vildi geva starvsfólkunum eina viðurkenning, eftir nøkur óvanliga strævin ár.

- Bæði korona og aðrar broytingar í arbeiðsviðurskiftunum hjá starvsfólkunum hava eyðmerkt seinastu árini. Tað er ikki ov nógv sagt, at starvsfólkini hetta tíðarskeiðið hava verið undir størri trýsti enn vanligt, sigur Tummas í Garði, sum tó ikki torir at lova, at jólagávan er eitt afturvendandi tiltak.

Talan er um ein pakka við ymsum mati í. Tummas í Garði kennir ikki kostnaðin, pakkin er "beskeðin", sum hann sigur.

- Játtanin hjá LS er ímillum 800 og 900 milliónir, so hetta er ikki nakað, sum fer at koppa nøkrum budgetti, men bara ein heilsan frá okkum við eini tøkk fyri innsatsin sum øll gera, sigur varastjórin í Sjúkrahúsverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo